Vinna

Bústaðartørvurin í Føroyum er nógv broyttur seinastu árini

Nýggjastu hagtølini hjá okkum benda á, at alsamt størri eftirspurningur er eftir smærri og serliga bíligari íbúðum, og at bústaðartørvurin hjá føroyingum broytist gjøgnum lívið.

2022-10-27 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu árini hevur verið stórur fólkavøkstur í Føroyum. Av tí sama er eftirspurningurin eftir bústøðum øktur munandi. Hóast høg ferð hevur verið á føroyska búskapinum, eisini hjá byggivinnuni, hevur útboðið av bústøðum ikki fylgt við eftirspurninginum. Sambært Hagstovuni eru 5.449 fleiri íbúgvar í Føroyum í dag, enn fyri 10 árum síðani. Í sama tíðarskeiðið eru 1.273 bústaðir bygdir, sambært íbindingartølum frá SEV.  

Sum sæst á myndini niðanfyri er munurin millum íbúgvar og nýggir bústaðir vaksin nógv seinastu árini. Tað merkir, at eftirspurningurin er vaksin meira enn útboðið, og at bústaðartørvurin tí er vorðin størri hvørt ár.

[object Object]

Bústaðarmynstrið í Føroyum broytist

Í mong ár hevur bústaðarmynstrið í Føroyum verið rættiliga einshátta, og nærum allar búeindir hava verið sethús. 94% av øllum búeindum í Føroyum eru sethús, og bert 4% eru íbúðir. Hyggja vit eftir bústaðarmynstrinum í Danmark eru 39% av øllum búeindum íbúðir og 39% sethús. Tó eru áleið 750 íbúðir bygdar í Føroyum seinastu 13 árini. Tað bendir á, at bústaðarmynstrið er í ferð við at broytast.

Lítil ivi er um, at tørvur er á fleiri bústøðum í Føroyum. Við at byggja enn fleiri íbúðir fáa vit ein meira fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum í størri mun nøktar tørvin hjá okkum føroyingum.[object Object]

Stórur eftirspurningur eftir smærri íbúðum

Í nýggjari grein frá Búskaparráðnum verður m.a. greitt frá, at tey meta tað vera skilagott at kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, serliga til bygging av íbúðum.

Umleið 2.500 fólk eru á bíðilista til leigubústað hjá Bústøðum. Í dag hevur Bústaðir 380 bústaðir til leigu og 146 eru í gerð. Flestu av bústøðunum í gerð eru íbúðir, og hjá Bústøðum merkja tey stóran eftirspurning eftir íbúðum, serliga frá yngri og eldri føroyingum. Eftirspurningurin og tørvurin hjá hesum aldursbólkunum er tó ikki tann sami, og tað er serliga eftirspurningurin hjá teimum yngri eftir smærri íbúðum, sum ikki verður nóg væl møttur.

 «Vit merkja stóran eftirspurning eftir íbúðum, serliga frá ungum og eldri kundum. Tey ynskja ein minni bústað og størri fíggjarligt frælsi. Tá eldri borgarar fáa møguleikan at flyta í íbúð, verða sethúsini hjá teimum tøk hjá ungum familjum, sum eftirspyrja hetta slagið av bústaði.», sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Samanumtikið kann staðfestast, at hóast nógv er bygt seinastu árini, er framvegis stórur eftirspurningur eftir smærri og serliga bíligari bústøðum, sum hóska til tørvin og fíggjarviðurskiftini hjá ungum og eldri føroyingum.

Betri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder