Klokkan 09:34 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bussur hjá bygdaleiðum var farin útav vegnum í Brennuni, sum er vegurin millum Vatnsoyrar og flogvøllin.
Sløkkiliðið, sjúkrabilur og løgreglan fóru beinavegin á staðið.
Tað vóru førarin og eitt ferðafólk í bussinum, sum bæði komu frá hendingini uttan nakran skaða. Bussurin fekk tó stóran skaða, hann endaði á síðuni. Allir rútarnir fóru á síðuni bussurin endaði á, umframt aðrir skaðar.
Talan var helst um eitt hálkuóhapp, verður sagt av løgreglustøðini í morgun.
Í gjár skrivaðu vit um ein útlending, sum løgreglan hevði tikið tá ið Norrøna kom á Havnina. Tað vísti seg seinni, at hann hevði uppihaldsloyvi í ordan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald