Vinna

Búskapurin væl fyri - í løtuni

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur til 8,1% í 2022, 5,9% í 2023 og 1,4% í 2024. Í 2023 og 2024 eru prísirnir ikki mettir at veksa eins nógv, sum í 2022, og vøksturin í BTÚ í leypandi prísum hesi bæði árini verður tí lægri enn í 2022. Tørvur er á einum fíggjarpolitiskum regluverki, so tamarhald fæst á almenna útreiðsluvøkstrinum. Um fá ár verða tað lutfalsliga fáir skattgjaldarar, sum skulu tryggja vælferðarsamfelagið, sum vit hava í dag. Við atliti til komandi ættarliðini eigur politiska skipanin tí ikki at samtykkja uppskot, sum økja framtíðar útreiðslurnar. Harafturat eigur landið at avtaka serskipanir, sum minka um arbeiðsútboðið í Føroyum

2023-09-01 10:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsbankin skrivar:

Búskapurin framvegis í framgongd

Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er í framgongd. Framleiðslan (BTÚ í leypandi prísum) er mett at veksa 5,9% í 2023, arbeiðsloysið er søguliga lágt, samlaðu lønarútgjaldingarnar eru veksandi, tal av fólki í starvi setur met, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot. Seinasta árið hevur inflasjónin verið høg, men prísirnir veksa ikki eins skjótt í 2023 sum í 2022. Harafturat er rentan hækkað. Livikostnaðurin hjá húsarhaldunum er tí øktur, ið millum annað sæst aftur í, at eftirspurningurin eftir eitt nú klæðum og dýrum innbúgvi er minkaður, meðan matvørurnar fylla meira í samlaðu nýtsluni. Hinvegin sæst á kortnýtsluni, at nýtslan uttanlands hevur verið eins stór á sumri 2023, sum í fjør. Sambært konjunkturbarometrinum hjá Hagstovuni, eru húsarhaldini við gott mót, og kann tað møguliga skyldast, at tey ikki eru stúrin fyri at missa arbeiðið, nú arbeiðsloysið er so mikið lágt, og vit hava starvsfólkatrot. Vinnan, serliga tilfeingisvinnan, er hinvegin meira stúrin. Tað kemur millum annað av, at tað higartil í 2023 hevur verður trupult at selja makrelin til matna, at goymslurnar eru øktar, og at vinnan væntar lægri prísir á ymsum fiskasløgum samanborið við høgu prísirnar í 2022. Harafturat kunnu politisku útmeldingarnar um broytingar í fiskivinnusamstarvinum við Russland og óvissurnar um útflutningin til Russlands hava havt sína ávirkan, tá ið kanningin varð gjørd í juni 2023. Byggivinnan hevur hinvegin tryggjað arbeiði í minsta lagið 1,5 ár fram, men mangul á skikkaða arbeiðsmegi er framvegis ein stór avbjóðing.

Úrslitini ov vánalig

Úrslitið á fíggjarlógini metir Búskaparráðið verður -30 mió. kr. í 2023 og -202 mió. kr. í 2024. Tað er lítil ivi í, at hall á fíggjarlógini í 2023 og 2024 ikki er nóg væl frágingið, tá ið føroyski búskapurin framvegis er í vøkstri við metlágum arbeiðsloysi og inntøkuvøkstri í landskassanum. Hetta bæði sæð í mun til konjunkturstøðuna í løtuni og í mun til veksandi avbjóðingina við haldførinum, tá vit fara at gerast munandi fleiri eldri fólk í mun til tey í arbeiðsførum aldri – í so máta átti tað verið stór avlop í 2023 og 2024.

Haldførisavbjóðingin má handfarast

Neyðugt er at fremja nýskipanir, sum betra um haldførið hjá landskassanum – longri vit bíða, størri verður rokningin, sum vit lata yngru ættarliðunum. Dømi um eina nýskipan, sum er neyðug fyri at betra um haldførið, er at hækka pensjónsaldurin meira enn tað, sum longu er samtykt. Tað ávirkar bæði inntøku- og útreiðslusíðu landskassans.

Trot á arbeiðsmegi

Arbeiðsloysið er søguliga lágt; eitt nú fáa foreldur ikki ansað sínum børnum fulla tíð og ellisheim mugu steingja stovur, tí teimum vanta starvsfólk. At stytta arbeiðsvikuna minkar um útboðið av arbeiðsmegi. Um landsstýrið heldur fast við ætlanina at stytta arbeiðsvikuna, verður neyðugt at økja arbeiðsútboðið á annan hátt, umframt at fíggja átakið, so tað ikki ger fíggjarpolitiska haldførið verri.

Veksandi talið av eldri fólki fer harumframt at krevja ein enn størri starvsfólkahóp í framtíðini. Avleiðingin av vantandi arbeiðsmegi er, at framleiðslan í landinum, og harvið vælferðin, verður minni, enn hon kundi verið. Búskaparráðið mælir tí politisku skipanina til at avtaka serskipanir, sum minka um arbeiðsútboðið í Føroyum; eitt nú serskattaskipanir til føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Eitt tiltak, sum hinvegin økir um arbeiðsútboðið, er at hækka pensjónsaldurin. Almennur stuðul til fiskavirkir gjøgnum fiskavirkisskipanina ella makrelstuðul til heimaflotan eigur heldur ikki at verða latin, tí tað er við til at fasthalda arbeiðsmegi í eini ólønsamari vinnu.

Tørvur á fíggjarpolitiskum regluverki

Politiska skipanin eigur at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum setir hámark fyri útreiðsluvøksturin. Tað lættir um trýstið á politikararnar at økja almennu nýtsluna og íløgurnar, tá ið tað gongur væl í búskapinum. Eisini eiga politikararnir at framskriva almennu inntøkurnar og útreiðslurnar so hvørt sum politisk tiltøk verða skotin upp, so tað er sjónligt hvat uppskotið um, eitt nú skattalætta, kostar 10 og 20 ár fram í tíð, tí um fá ár verða tað lutfalsliga fáir skattgjaldarar, sum skulu tryggja vælferðarsamfelagið, sum vit hava í dag. Við atliti til komandi ættarliðini eigur politiska skipanin tí ikki at samtykkja uppskot, sum leggja trýst á framtíðar almennu útreiðslurnar; sum til dømis at strika mótrokningina í pensjónini.

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder