Búskapurin heldur støðið
Príshækkingar úti í heimi hava verið til fyrimuns fyri føroyska útflutningin, tí útflutningsvirðið vaks heili 26% í 2022 vegna øktar fiskaprísir. Innflutningsprísirnir eru somuleiðis øktir í 2022, men tað er framvegis avlop á handilsjavnanum. Í 2022 var vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni 10,8% og stavaði í stóran mun frá øktum prísum. Í 2023 og 2024 væntast prísirnir ikki at veksa eins nógv sum í 2022, og tí verður vøksturin í BTÚ næstu tvey árini mettir at gerast lægri, enn í 2022 mátað í leypandi prísum. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettir at verða 2,7% í 2023 og 1,3% í 2024.
Húskini eru ávirkaði av inflasjón og rentuhækkingum, men arbeiðsloysið er lágt og løntakaratalið setti met í januar 2023. Hetta merkir í roynd og veru, at allir arbeiðsførir føroyingar eru til verka, og tað ger, at flestu húskini kunnu varðveita eina vanliga nýtslu, hóast minni fæst fyri pengarnar. Ikki óvæntað staðfestir handilsvinnan, at føroyingar hava skift til bíligari gerandisvørur, og at sølan av dýrum innbúgvi er lækkað. Tá talan er um størri almennar og privatar verkætlanir er aftur stór ferð á byggivirkseminum, meðan bygging av bústøðum til húskini hinvegin er minkað orsakað av øktum lánikostnaðum og dýrkaðum byggitilfari.
Avlopið er ikki nóg stórt
Sambært júst framlagda uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verður avlopið 141 mió. kr. í 2023. Hetta svarar til 0,5% av BTÚ. Búskaparráðið hevur við støði í hesum framskrivað landskassans útreiðslusíðu við 5% og inntøkusíðu við 4% fyri næsta ár, og verður úrslitið tá mett at verða eitt hall á 31 mió. kr. í 2024.
Hóast húskini eru rakt av øktum livikostnaðum hetta seinasta árið, er virðið á okkara útflutningsvørum samstundis økt munandi, og tað stimbrar búskapin. Tí er eitt avlop á 141 mió. kr. ikki nóg stórt sæð í mun til at føroyski búskapurin er í hákonjunkturi við sera lágum arbeiðsloysi og høgum inntøkuvøkstri í landskassanum.
Veksandi haldførisavbjóðingar
Komandi árini fer talið av eldri fólki at veksa lutfalsliga skjótari, enn talið av fólki í arbeiðsførum aldri, og hetta fer at veksa um almennu útreiðslurnar til vælferðartænastur so sum heilsuverk, pensjónur og eldrarøkt. Hetta fer at ávirka fíggjarpolitiska haldførið hjá landskassanum stórliga, um ongar nýskipanir verða gjørdar á inntøku- og/ella útreiðslusíðuni. Neyðugt er at landsstýrið ger langtíðarætlanir fyri at møta fíggjarligu avbjóðingunum komandi árini. Hetta er ikki bert galdandi fyri landskassan, men eisini fyri kommunurnar, ið hava ábyrgdina av eldraøkinum.
Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald