Vinna

Burðardygt Vinnulív er við í uppskotinum um at vinna sonevnda edie Awards 2023

Burðardygt Vinnulív er við í uppskotinum um at vinna sonevnda edie Awards 2023, í bólkinum Partnership and Collaboration of the Year.

2022-12-29 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit eru sera fegin um at fáa viðurkenning fyri úrslitini hjá okkum, nú bert eitt ár er liðið síðan vit fóru undir at arbeiða við burðardyggu málunum.
 
Seinasta árið hava vit tilsamans minkað um okkara CO2 útlát við 17%, sum svarar til 2% av samlaða føroyska útlátinum. Harumframt hava vit bundið okkum at seta í verk yvir 50 ymisk átøk, sum øll hava til endamál at minka um neiligu ávirkanina okkara virksemi hevur á umhvørvið. At enda hava vit sett í verk fyrsta føroyska leistin fyri, hvussu fyritøkur kunnu boða frá ESG tølum.
 
Vit hava framvegis langt eftir á mál, men vit eru komin væl frá byrjan.
 
Burðardygt Vinnulív varð stovnað tí fyritøkurnar ynsktu at gerast meira burðardyggar, og við tí fatan, at bestu úrslitini verða rokkin við at arbeiða saman um felags mál.


Fyrrverandi løgmaður Føroya, Bárður av Steig Nielsen segði: “Verkætlanin Burðardygt Vinnulív vitnar um áræðið og framskygni millum føroyskar fyritøkur, og hevur havt stóra ávirkan á føroyska hugburðin til grøna skiftið og burðardygd sum heild. Týdningarmest er, at verkætlanin óivað fer at elva til skynsamar politiskar avgerðir.


Burðardygt Vinnulív var íblástur til Vakstrarforum undir Føroya Landsstýri, og serliga á frágreiðingina “Grønari Hinumegin,” sum hevur 42 tilmæli, og sum sannlíkt fer at mynda grøna skiftið í Føroyum komandi áratíggið.”


Tær tólv fyritøkurnar í Burðardygt Vinnulív eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.
 
Tú kanst lesa meira um Burðardygt Vinnulív her: www.burdardygtvinnuliv.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder