Vinna

Búnaðarstevnan 2025 eydnaðist sera væl

.

2025-02-17 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Búnaðarstevnan 2025 eydnaðist sera væl og høvdu rættuliga nógv fólk leita sær til Klaksvíkar til stevnu í snotuliga Varpinum.

Karl Johansen borgarstjóri setti stevnuna og síðandi stýrdi Kári Thorsteinsson, fyrrv. sýslumaður fundinum ígjørnum dagin.

Høgni Hoydal legði fram um ætlanir til ein nýggjan ella dagførdan landbúnaðarpolitik, og tað varð júst hetta evni, sum setti høvuðsdagsskránna fyri dagin.

Dorthea Joensen frá Búnaðarstovuni hevði eina áhugaverda framløgu um ull, ullamóttøku og ullavirking.

Síðani var tað Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, sum hevði eina sera áhugaverda og viðkomandi framløgu, har hann viðgjørdi føroyskan landbúnað og búskapin í hesum. Hann tók m.a. fram, at man kundi loyva sær at ivast um talan í veruleikanum er um ein beinleiðis landbúnaðarpolitik talan er um, men heldur, at tað er talan um matvørutrygd. Ein sera áhugaverdur vinkul, sum gevur øllum eina fatan av, at landbúnaður ikki er nøkur einkul vinna.

Eitt stórt miðmálborð stóð klárt á miðdegi til allar gestirnar, soleiðis at tað ikki varð neyðugt hjá nøkrum at flyta seg langt, fyri at njóta eina góða máltíð. Fyrireikarnir stóðu sjálvir fyri øllum matinum, sum í stóran mun tók støði í dygdargóðum stuttfluttum føroyskum viðskera.

Búnaðarstevnan leggur seg eftir at fáa fleiri áhugaverd íkøst til framløgurnar og í ár komu millum annað gestir úr Shetlandi og Noregi.

Seinnaparturin byrjaði við framløgu hjá Maree Hay úr Shetlandi, sum er stjóri á Polycrub, ið er eitt sera áhugavert konsept, sum er ment í Shetlandi. Polycrub er ein verulig verkætlan og produkt, sum eggjar fólki at framleiða egnar burðardyggar matvørur, við serligum atlitið til grønt og frukt. Upplagt til tann føroyska marknaðin eisini, serliga tá ið man hugsar um samanberingina við Føroyar og Shetland, reint landafrøðiliga.

Síðani kom Thomas Holm Carlsen úr Noregi við tveimum framløgum. Tann fyrra snyddi seg um Æðudún og um hvussu hetta eisini kann verða eitt íkast til eitt nú garðsrakstur. Henda verkætlan er eisini gjørd í samráð við NORA og hevur Jákup Sørensen staði fyri at seta partarnir saman. Seinna framløgan varð um lendisbata og eru Føroyar eisini ein partur av hesari verkætlan, sum Kollbrún í Haraldsstovu er partur av. Sera áhugavert og viðkomandi, sum luttakarnir fingu rættliga nógv burturúr.

Tá ið man hevur eina Búnaðarstevnu, so er eisini upplagt at seta sjóneykuna á, hvat vit hava í Føroyum eisini, dugnaligar bóndir og fólk annars, sum nýta sítt hugflog og áræði til at menna ymiskt innan landbúnaðaryrki. Landbúnaður spennir vítt og tíðskil áhugavert at frætta nærri hvat vit longu hava á marknaðinum í Føroyu,. Bóndahjúnini Maud & Bárður Østerø, sum hava Útistovugarðin á Trøllanesi, eru kend um alt landi fyri teirra dygdarvørur. Sera áhugavert at fáa kunning um teirra virksemið, sum avgjørt kann verða við til at spíra undir hjá øðrum. Bára & Janus Joensen á Varmakeldugarðinum í Norðagøtu hava ment sítt landbúnaðarvirksemi munandi og fyrimyndarligt, og hava fyri stuttum bygd eitt spildunýtt leysgongufjós. Tað serliga við hesum er eisini, at tey hava fingið sær eina løggilduga matstovu í fjósinum til eitt ferðavinnuvirksemið, umframt at tey nýta burðardygga orku til dagliga raksturin, ið verður framleitt úr mykju. Sera áhugavert og gott konsept.

Tony Weihe er nýggjur stóri á MBM og greiddi hann frá málum og miðum hjá MBM frameftir. MBM er nokk hornasteinurin í føroyska landbúnaðinum og eitt fyrimyndarligt boð uppá, hvussu vit kunnu verða sjálvbjargin við matvørum, um alt verður alt væl til rættis. MBM framleiðir mjólkúrdráttir til tann føroyska marknaðin, umframt at man søkir møguleikar í at útflyta vørur til eitt nú Grønlands. Nýggi stjórin er hugagóður og hevur stórar ætlanir fyri vørumenning og útbygging og tíðskil ein sera áhugaverd og gevandi framløga frá stjóranum í MBM.

Seinastu framløguna hevði Egon Joensen, stjóri í Búnaðargrunninum. Egon greiddi frá virksemið grunsins, umframt fíggingar- og stuðulsmøguleikar. Harafturat greiddi stjóri frá um lógir og kunngerðir, sum verða nýttar í samband við fíggingarmøguleikum, soleiðis at eitt betri innlit stendur eftir millum áhoyrarnar.

Tá ið framløguparturin var komin at enda, fingu stevnugestirnir ein stuttan kaffisteðg, áðrenn politiskt kjak kom á skránna, sum Beina Løwe stýrdi. Allir politiskir flokkar á tingið vóru umboðaðir og man kann siga at kjakið var lívligt til tíðir, men vónandi eitt íkast til politisku viðgerðina av nýggja landbúnaðarpolitikkinum landsstýrismaðurin er farin í gongd við.

Stevnan endaði, sum siður er, at tjóðsangurin rungaði.

Búnaðarstevnan 2026 verður leygardagin tann 14. februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder