Higartil hava verið fyriskipaðar sjey búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020 og februar 2022.
Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað.
Á stevnuni eru fleiri framløgur, sum eru viðkomandi fyri føroyskan landbúnað. Fólk úr vinnuni og onnur fakfólk, áhugafólk, politikkarar og fólk sum hava áhuga fyri hesum økinum hittast til eitt gott prát og kjak, alt hetta soleiðis at vit kunnu flyta okkum fram á leið til gagns fyri okkum øll og verða meiri sjálvbjargin og tilvitað um okkara búnaðarmøguleikar og viðurskiftir sum heild.
Neyðugt er við tilmelding:
https://seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/1450159/order/main
https://www.bunadarstevna.fo/tilmelding.html
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald