Eitt sindur sermerkt er tað, at teir báðir serfrøðingarnar í sendingini í kvøld eru systkin. Serfrøðingarnir eru Birita Mortansdóttir og Hjalti Mohr Jacobsen. Tey eru serfrøðingar á hvør sínum øki, har Birita er hagfrøðingur á Hagstovu Føroya, meðan Hjalti er íløguleiðari í BankNordik.
“At gestirnir hesaferð eru systkin er rein tilvild” sigur Johnny í Grótinum, vertur. “Eg bað stjóran á Hagstovu Føroya vísa mær á teirra serfrøðing innan tjóðarroknskap, nú Hagstovan endiliga er komin BTÚ í føstum prísum. Tað vísti seg at vera Birita Mortansdóttir, sum so er systir Hjalta, ið eg longu hevði eina avtalu við.”
Birita er útbúgvin cand.polit í tjóðbúskaparfrøði frá Københavns Universitet, meðan Hjalti er cand.merc. í virkisbúskaparfrøði frá Copenhagen Business School.
Brot úr samrøðugrein í dagblaðnum Børsen, sum verður umrødd í sendingini Búskapur & Vinna í kvøld. Jesper Rangvid, professari á CBS, var limur í føroyska Váðaráðnum inntil í fjør.
“Vit hava lært av stóru fíggjarkreppuni”
Fleiri bankar fóru av knóranum í mars, sum skapti órógv á altjóða børsmarknaðunum. Bankaserfrøðingurin Jesper Rangvid frá CBS vísir tó á, at gongdin vísir, at vit hava lært av stóru fíggjarkreppuni. Hvussu tá? Millum annað tann spurningin fer Johnny í Grótinum, vertur, at umrøða við Hjalta Mohr Jacobsen, íløguleiðara í BankNordik.
Eisini fer Hjalti við støði í feskari búskaparligari greining frá norðurlendskum stórbanka at lýsa búskaparligu útlitini. Forsøgnirnar bera boð um, at vøksturin í amerikanska búskapinum lækkar munandi í ár í mun til í fjør, men verulig búskaparkreppa hóttir ikki. Inflasjónin er lækkandi og væntast at blíva undir 3 prosent í 2024.
Grafarnir vísa gongdina í BTÚ í Føroyum og Danmark sum vísitøl fyri árini 2011-2021. Reali búskaparvøksturin var 40% í Føroyum og sløk 20% í Danmark hesi árini. Kelda: Hagstova Føroya og Danmarks Statistik
Tvífalt so stórur búskaparvøkstur í Føroyum
Grafurin omanfyri vísir, at vøksturin í føroyska búskapinum var tvífalt so stórur sum vøksturin í danska búskapinum frá 2011 til 2021. Hvussu vita vit tað? Nýggj hagtøl fyri tjóðarroknskapin vísa hetta.
Í fleiri áratíggjur hava búskaparfrøðingar eftirlýst, at Hagstova Føroya framleiðir bruttotjóðarúrtøkuna í føstum prísum. Tí bert við teimum hagtølunum kunnu vit vísindaliga gera upp, hvørt føroyski búskapurin veruliga er vaksin í vavi.
Birita Mortansdóttir fer í sendingini í kvøld at greiða hyggjarunum nærri frá, hvussu bruttotjóðarúrtøkan mátar materiella vælstandin. Eisini fer hon at greiða nærri frá, hvussu Hagstovan ger samfelagsbúskaparligu virðisøkingina upp og týdningin av at fáa gjørt BTÚ upp í føstum prísum.
Staðfestast kann í nýggju tjóðarroknskaparligu hagtølunum, at frá 2011 til 2021 var vøksturin í føroyska búskapinum áleið 3,5%, sum er tvífalt so nógv sum danski búskapurin vaks í sama tíðarskeiði. Ein partur av frágreiðingini er, at fólkavøksturin hevur verið størri í Føroyum. Men eisini bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn íbúgva er øktur munandi meira í Føroyum enn í Danmark. Í 2011 var BTÚ fyri hvønn íbúgva í Føroyum áleið 85% av støðinum í Danmark, men í 2021 er BTÚ fyri hvønn íbúgva hægri í Føroyum enn í Danmark. Miðal búskaparligi vælstandurin er sostatt hægri í Føroyum.
Búskapur & Vinna verður víst á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld klokkan 20:00 og 22:30. Sendingin sæst beinleiðis í Televarpinum hjá teimum áleið 9.000 húskjunum við haldi. Eisini kann sendingin síggjast sum Netvarp á heimasíðuni hjá Televarpinum við at upprætta sær ókeypis brúkara á www.tv.fo. Seinni verður sendingin eisini tøk á heimasíðuni hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald