Nú bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til hvussu prísgongdin er. Mátið fyri realan búskaparvøkstur er árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum.
Reali búskaparvøksturin var 5,6 prosent í 2021 og 2,6 prosent í miðal frá 2008 til 2021.
Stórur búskaparvøkstur eftir fíggjarkreppuna
Eins og í fleiri øðrum londum var føroyski búskapurin fyri realari afturgongd í 2009 og 2010.
Í 2011 vendist afturgongdin til stóra framgongd. Árligi realvøksturin var millum sløk fýra og sjey prosent fram til 2014. Búskaparvøksturin var linari árini 2015 og 2016, tá realvøksturin í BTÚ lá um eitt og hálvt annað prosent.
Í 2017 og 2018 var árligi búskaparvøksturin millum hálvt triðja og hálvt fjórða prosent. Stórur búskaparvøkstur var aftur at síggja í 2019. Tá var realvøksturin fimm prosent.
Koronufarsóttin ávirkaði árið 2020, tá búskapurin var fyri afturgongd, men hann fótaði sær í 2021.
Misjavnur vøkstur í vinnugreinunum hesi árini
Fyri at síggja, hvaðani búskaparvøksturin hesi árini stavar, kann hyggjast nærri at realu bruttovirðisøkingini og vakstrarískoytinum frá vinnugreinabólkunum.
Reala bruttovirðisøkingin var negativ í 2009 og 2010. Virðisøkingin frá tilfeingisvinnunum var tó positiv í 2009 og 2010, men negativa vakstrarískoytið frá serliga framleiðsluvinnuni gjørdi realu bruttovirðisøkingina negativa hesi bæði árini. Tað var millum annað niðurgongd í byggivinnu og matvøruvirking, ið var orsøk til realu afturgongdina í framleiðsluvinnuni.
Reala bruttovirðisøkingin var stór árini 2011 til 2014. Hesi árini sæst ein óvanliga stórur búskaparvøkstur, sum millum annað stavar frá, at tænastuvinnurnar fóta sær eftir fíggjarkreppuna. Í 2010 og 2011 vaks heildarveiðan av makreli eisini nógv, og hesi ár er vakstrarískoytið frá tilfeingisvinnuni eisini positivt. Tikna nøgdin av laksi vaks við einum triðingi í 2011, sum eisini gav positivt ískoyti til vøksturin. Árliga broytingin í realu bruttovirðisøkingini var stívliga seks prosent í 2013. Helmingurin av vakstrarískoytinum stavaði frá tilfeingisvinnuni. Heildarveiðan av makreli vaks hetta árið við meira enn einum triðingi, meðan heildarveiðan av sild og svartkjafti meira enn tvífaldaðist.
Árini 2015 til 2018 er vøkstur, hóast nakað lakari enn árini frammanundan. Tilfeingisvinnan og framleiðsluvinnan vóru í 2015 fyri realari afturgongd eftir stóran vøkstur í fleiri ár. Samstundis minkar vøksturin í tænastuvinnuni hesi árini.
Í 2019 veksur bruttovirðisøkingin aftur munandi. Størsta virðisøkingin stavar frá framleiðsluvinnuni hetta árið, millum annað orsakað av, at heildarveiðan og útflutningurin av toski og hýsu vaks munandi. Eisini vaks tøkan í alivinnuni nógv í 2019.
Koronufarsóttin merkti bruttovirðisøkingina í 2020. Hetta árið vóru tænastuvinnurnar og tilfeingisvinnurnar fyri realari afturgongd. Av tænastuvinnunum vóru tað millum annað ferðavinnan og flutningsvinnan, sum serliga ávirkaðust av koronukreppuni. Afturgongdin í tilfeingisvinnuni stóðst tó ikki beinleiðis av koronufarsóttini. Tøkan av laksi minkaði hetta árið, og eisini varð minni nøgd útflutt av fiski.
Vinnurnar fótaðu sær longu árið eftir. Reala bruttovirðisøkingin var 5,5 prosent í 2021. Flestu tænastuvinnurnar høvdu eitt gott ár í 2021. Vakstrarískoytið til realu bruttovirðisøkingina hjá tænastuvinnunum var fýra prosent hetta árið. Tikna nøgdin av laksi setti met eisini í 2021, umframt at heildarveiðan av makreli tvífaldaðist, og tað ávirkar sostatt eisini realu virðisøkingina.
Størri búskaparvøkstur enn í hinum norðurlondunum
Til ber at sammeta realvøksturin í føroyska búskapinum við realvøksturin í øðrum búskapum. Á leið sami reali búskaparvøkstur hevur verið í øllum norðurlondunum í 2021.
Í tíðarskeiðnum 2008 til 2021 er reali búskaparvøksturin fyri Føroyar vaksin í miðal 2,6 prosent. Reali búskaparvøksturin hevur verið størri enn í fleiri øðrum londum. Sama tíðarskeið er miðal realvøksturin fyri OECD londini 1,5 prosent. Miðal búskaparvøksturin í Danmark og Íslandi hevur verið ávikavist 1,2 og 1,4 prosent árini 2008 til 2021.
Føroyar hava havt ein størri búskaparvøkstur árini 2011 til 2014 enn hini norðurlondini. Sum omanfyri nevnt, vaks tilfeingið nógv hesi árini umframt at tænastuvinnurnar høvdu stóran vøkstur. Í 2015 og 2016 var realvøksturin lakari í Føroyum. Árini 2017 og 2018 var hann á sama stigi sum í Danmark og Noregi, meðan Ísland hevði størri búskaparvøkstur árini 2015 til 2018. Føroyar høvdu aftur størri búskaparvøkstur í 2019 enn hini londini. Á myndini sæst, at sveiggini í føroyska og íslendska búskapinum eru størri enn hjá hinum londunum við størru búskapum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald