Vinna

Brúkaraprístalið vaksið 7,3 prosent seinasta árið

Brúkaraprísirnir halda fram at vaksa. Annan ársfjórðing í 2022 øktust brúkaraprísirnir 7,3 prosent í mun til sama ársfjórðing í fjør. Talan er um størstu árligu broyting í brúkaraprístalinum seinastu 14 árini.

2022-07-15 15:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Høvuðsorsøkin til broytingina í prístalinum hesa ferð er prísvøkstur á brennievni til at hita býli og brennievni til akfør, eins og við seinastu uppgerðunum undan hesari. Sum nakað nýtt sæst nú eisini stórur prísvøkstur í øðrum vørubólkum sum 'Hotel og matveitarar', 'Samskifti' og 'Klædnavørur og fótbúnaður'.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Prísirnir fyri mat- og drykkjuvørur, ið er størsti vørubólkurin í vektargrundarlagnum, eru øktir 6,2 prosent.

Kelda: Hagstova Føroya%-broytingBrúkaraprístaliðProsentbroyting síðan sama ársfjórðing árið fyri1 árfj 021 árfj 031 árfj 041 árfj 051 árfj 061 árfj 071 árfj 081 árfj 091 árfj 101 árfj 111 árfj 121 árfj 131 árfj 141 árfj 151 árfj 161 árfj 171 árfj 181 árfj 191 árfj 201 árfj 211 árfj 222005201020152020-505107,3 %

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder