Hagstovan:
Hagstova Føroya hevur nú gjørt upp, hvussu stór nøgd av tilfari verður brúkt í føroyska búskapinum.
Tilfar í føroyska búskapin kemur inn sum innflutningur ella beinleiðis úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, meðan tað sum eftir er, verður brúkt í føroyska búskapinum.
Úr føroysku náttúrini telur bert tilfeingi við, sum kemur beinleiðis úr náttúruni, til dømis veiddur fiskur, grót og gras. Fyri ikki at telja sama tilfar við fleiri ferðir, verður eitt nú seyður og alifiskur ikki tikin við, tí hesi brúka innflutt tilfar og føroyskt tilfeingi.
Mesta tilfarið, ið verður tikið úr føroysku nátturini, er lívmegn (biomassi). Í 2020 vóru 700 túsund tons av lívmegni (biomassa) tikin úr náttúruni. Tað fevnir um føroysku fiskiveiðuna, umframt nakað av stráfóðuri og biti hjá seyði. 232 túsund tons vóru innflutt, ið fevnir millum annað um matvørur, fóður og timbur. 517 túsund tons av lívmegni var útflutt. Sostatt vóru 416 túsund tons brúkt í føroyska búskapinum.
Næststørsti bólkur er ikki-metalkend mineral. Í talvuni niðanfyri sæst, at 482 túsund tons av ikki-metalkendum mineralum vóru tikin úr føroysku náttúrini og 561 túsund tons vóru innflutt. Av ikki-metalkendum mineralum er tað mesta grót, sum verður tikið burtur úr føroysku náttúruni. Innflutningurin er mest sandur og grót. Nærum einki var útflutt, so 1.042 túsund var í 2020 brúkt í føroyska búskapinum.
Tað mesta av lívrunnum brennievni verður innflutt, og fevnir mest um bensin og brenniolju.
Myndin niðanfyri vísir, at innlendis tilfarsnýtslan hækkaði við 231 túsund tonsum ella 15% frá 2019 til 2020. Størsta hækkingin stavar frá nýtsluni av sandi og gróti.
Innlendis tilfarsnýtsla
2019 – 2020
munur | ||||
---|---|---|---|---|
2019 | 2020 | tús. tons | % | |
Tilsamans | 1.557,7 | 1.788,9 | 231,3 | 14,8 |
1 Biomassi | 374,5 | 415,6 | 41,0 | 11,0 |
2 Metalkend steinsløg og framleiðslur úr teimum | 26,2 | 24,1 | -2,0 | -7,8 |
3 Ikki-metalhavin mineral og framleiðslur úr teimum | 872,6 | 1.042,0 | 169,4 | 19,4 |
4 Lívrunnið brennievni og framleiðslur úr teimum | 256,9 | 272,9 | 16,0 | 6,2 |
5 Aðrar framleiðslur | 28,5 | 34,4 | 5,9 | 20,6 |
6 Burturkast til síðstu viðgerð og burturbeining | -1,0 | -0,0 | 1,0 | -97,3 |
Hagstova Føroya hevur gjørt tilfarsstreymarnar upp aftur til 1998. Tað sæst, at innlendis tilfarsnýtslan nú er hægri, enn hon var beint áðrenn fíggjarkreppuna. Tilfarsnýtslan fyri hvønn íbúgva setur eisini met í 2020.
Um hugt verður at býtinum av ymsa tilfarinum, sæst at grót er tað tilfarið, ið brúkt verður mest av.
Samanborið við onnur lond brúka Føroyar nógv tilfar. Í 2020 lógu Føroyar hægst av londunum í Evropa við 34 tonsum fyri hvønn íbúgva.