Veðrið

Brúgvin: Vit eru ógvuliga kedd um støðuna og góðtaka als ikki slíkt

Málið snýr seg um eitt starvsfólk og ein næming.

2022-02-19 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í gjár 18. februar boðaðu fjølmiðlarnir frá, at mál um kynsligan ágang er meldað á eftirskúlanum Brúgvin. Vit kunnu vátta, at vit hava fráboðað eitt mál til løgregluna 13. februar. Málið snýr seg um eitt starvsfólk og ein næming. Starvsfólkið er burturvíst av skúlanum. Øll foreldur vórðu kunnað eftir fráboðanina. 

Málið verður nú kannað, og tískil vita vit ikki meir í løtuni. 

Vit eru ógvuliga kedd um støðuna og góðtaka als ikki slíkt. Leiðsla, lærarar og starvsfólk taka støðuna í størsta álvara, og gera alt vit kunnu fyri, at næmingar og foreldur skulu kenna seg trygg. Vit ynskja, at Brúgvin skal vera eitt trygt stað, tað skrivar Brúgvin í tíðindaskrivi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder