2023-10-28 10:00
Skrá fyri dagarnar
Leygardagin 28. okt
- 10.00 - 17.00 Síg av brúnni og niður í ein bát, ella síg av brúnni og niður á gras (styttri túrur)
- 10.00 - 17.00 Fáa ein túr við skjóttsiglandi báti undir brúnni
- 10.00 - 17.00 GPS postarenning í náttúrulundini. Hetta er ígjøgnum allan dagin og man avgerð sjálvur nær man møtir upp. Best er at vaksin eru við børnum.
- 10.00 - 17.00 Kom inn í Eydnuna og tak eina mynd við okkara festliga ballón myndaveggi
- 10.00 - 17.00 Framsýning um brúnna í Eydnuni
- 10.00 - 17.00 Kom inn í Eydnuna og fá eitt diplom fyri síging av brúnni
- 13.00 - 13.30 Vit syngja føðingardagssangir undir brúnni
- 14.00 - 17.00: Stórt lagkøku føðingardagsborð í Eydnuni - øll eru vælkomin!
- 14.00 Bólkurin New Orleans framførur
- 14.30 Jógvan Kruse heldur røðu
- 15.00 Dennis holm heldur røðu
- 15.30 Signar í Homrum framførir nøkur løg
- 16.00 Edmund Joensen heldur røðu
- 16.30 Silja Johannesen framførir nøkur løg
Sunnudagur 29. oktobur
- 14.00 - 16.00 Súkkla, gang ella renn 50 ferðir yvir um brúnna
- 16.00 - 17.00 Øll ið hava súkkla, runnið ella gingið yvir um brúnna fáa eitt diplom (eisini tey sum ikki hava gjørt túrin 50 ferðir). Diplomi fáa tit inni í Eydnuni
- 16.00 - 18.00 Ábit í Eydnuni fyri tey ið hava verið við
- 17.00 - 19.00 Fyrilestur, prát, sangur og drekkamunnur á Torginum í skúlanum við Streymin. Fyrilestur við Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen um arbeiði við brúnna. Prát við Heðin Zachariassen, Birgir Enni, Tummas Olsen og Edmund Joensen um brúnna. Limir úr Fuglafjarðar harmonikufelag spæla til felagssang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald