Vinna

Broytingar í landsfyrisitingini

Trý nýggj fólk eru fyribils sett at røkja starvið sum aðalstjórar í landsfyrisitingini.

2023-01-04 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni, er sett fyribils sum aðalstjóri í nýggja Lógar- og innlendismálaráðnum. Somuleiðis er Pól E. Egholm, deildarstjóri á vinnudeildini, settur fyribils sum aðalstjóri í nýggja Umhvørvismálaráðnum.


Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, hevur valt at takka fyri seg eftir 17 hendingarík og spennandi ár sum aðalstjóri. Fyrstu tíðina fer Rógvi at virka sum serligur ráðgevi í Fiskimálaráðnum, men eftir ætlan fer hann eisini at átaka sær aðrar uppgávur í landsfyrisitingini. Elin Mortensen, sendikvinna Føroya til Evropa Samveldið, er fyribils sett sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.


Tey trý aðalstjórastørvini í Lógar- og innlendismálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og Fiskimálaráðnum verða lýst leys seinni í ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder