Mentan

Broyting í skránni í sambandi við bátasmíð í Sandavági

Vegna vánalig veðurlíkindi leygardagin 1. juli, verður hátíðarhaldið flutt til sunnudagin 2. juli 2023 klokkan 16:00

2023-06-30 15:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Innbjóðing til hátíðarhald

Øll eru hjartaliga vælkomin til almenna móttøku í Sandavági, sunnudagin 2. juli 2023 klokkan 16:00, í sambandi við, at bátur verður smíðaður í Steigartúni í summar.

Skrá:

 

-Dagbjørn Hansen bjóðar vegna fyrireikararnar vælkomin og greiðir frá verkætlanini.

-Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur,  hugleiðir um føroyska róðrarbátin.

-Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiðir frá um føroyska bátin á UNESCO listanum.

-Heini F. Petersen, fyrireikari og rithøvundur, greiðir frá um bátasmíð í Sandavági.

Felagssangur, kaffi, te og okkurt søtt.

Sámal Ravnsfjall framførir nøkur løg.

Bók um bát og bátasmíð verður til keyps fyri 100,- krónur (kontant).


VERIÐ HJARTALIGA VÆLKOMIN

Sandavágs Bygdarsavn &

Sandavágs Fornminnafelag, Steigartún 8, 360 Sandavági

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder