Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum, hvørki HB ella B68 fingu mál, tískil skuldi longd leiktíð til, men einki batti, tá ið klokkan vísti, at tað vóru leiktir 122 minuttir var støðan enn javnleikur 0-0
So var farið undir brotssparkskapping, tá skoraði HB uppá øll 5 brotsspørkini, ímeðan B68 brendi fyrsta brotssparkið.
HB er steypavinnari í 2023, tillukku HB.
Finalan um Løgmanssteypið
Í dag, leygardagin 3. november
B68 - HB 3-5 eftir brotssaparkskapping - 0-0 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð
Brotssparkskapping:
Adrian Rúnason Justinussen 0-1
Sebastian Lau Nielsen brennir (Teitur Matras Gestsson bjargar)
Viljormur Davidsen 0-2
Jørgen Nielsen 1-2
Ári Mohr Jónsson 1-3
Hjalti Strømsten 2-3
Heri Hjalt Mohr 2-4
Alex Mellemgaard 3-4
Hanus Sørensen 3-5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald