Mentan

Brøgd á sjónum

Í KFUM & K verður mikumorgunin á Torradøgunum ein spennandi frásøgn, har Finn Hansen úr Sørvági greiðir frá, tá ið manningin á Robert Mærsk bjargaði 728 flóttafólkum.

2026-02-05 20:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í 2014 og 2015 tók manningin á tangaskipinum Robert Mærsk 728 flóttafólk upp, úr trimum søkklaðnum bátum í Miðalhavinum, norðan fyri Libya. 
Av teimum 728 flóttafólkunum vóru fleiri kvinnur og smá børn, sum vóru heilt niður í 5 mánaðar gomul. 
Hesi flóttafólkini royndu at sleppa burtur frá tí krígsherjaða Libya, í sera vánaligum bátum, sum lóku illa. 
Robert Mærsk mátti venda við tríggjar ferðir, fyri at avlevera flóttafólkini á Sicilia. 
Finn tók nakrar filmar av bjargingini, tá flóttarfólkini vórðu tikin umborð á Robert Mærsk. 
Eisini vórðu tiknar fleiri myndir av sjálvari bjargingini, og meðan fólkini vóru umborð. Hesar fara vit at síggja undir framløguni hjá Finni Hansen úr Sørvági.


Fakatboks undir teksti til grein í Torrablaðnum:

Brøgd á sjónum
Í KFUM & K  mikumorgunin 18. februar á Torradøgunum - ein spennandi frásøgn við Finni Hansen úr Sørvági 
kl. 10.00 KFUM & K
 – morgundrekka við góðum hugnapráti
kl. 10.45 KFUM & K Finni Hansen úr Sørvági greiðir frá, tá ið hann og manningin á Robert Mærsk bjargaðu 728 flóttafólkum úr søkklaðnum bátum í Miðalhavinum


Skipið er uppkallað eftir Robert Mærsk Uggla (føddur 28. marts 1978), sum er stjóri fyri A.P. Møller Holding A/S. Hann er sonur Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla.
Vessel Name: ROBERT MAERSK
Vessel Type: Oil tanker
Year Built: 2003
IMO: 9237008
MMSI: 220208000
Port of Registry: ROMO
Flag: Denmark
Class: LLOYD'S SHIPPING REGISTER
DWT: 34801 mt
GRT: 22184 mt
LOA: 171 m
Breadth: 27 m
Status: Active
ME Type: MAN-B&W
ME Power: 7143 kW
Shipyard: GUANGZHOU INTERNATIONAL SHIPYARD - GUANGZHOU, CHINA
Owner: AP MOLLER MAERSK - COPENHAGEN, DENMARK
Manager: MAERSK TANKERS - COPENHAGEN, DENMARK


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder