Brimil setti seg í samband við MRCC fyri at vita um nakað skip var á leiðini har teir sóu roykin. Mrcc sá at 2 segl bátar vóru har sum Brimil sá royk.
Brimil setti arbeiðsbátin út og sigldi við nógvari ferð móti roykinum.
Eftir 20sm kom arbeiðsbáturin fram á tvíkiljuna Anna Bambooe sum tá var sokkin av eldi og lá í vatnskorpuni.
Tvey fólk vóru við og tey vóru bjarga umborð á tvíkiljuna Paragon sum var í nánd. Bæði fólkini hava tað gott eftir umstøðunum og vóru fingin umborð á Brimil saman við vrakinun.Tey koma á Havnina ímorgin 30.apríl kl. 0800.
Tórshavnar kommuna tekur sær av fólkinum og Tórshavnar Havn og Tórshavnar Sløkkilið taka sær av vrakinum.
Vørn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald