2022-03-07 07:48

Klokkan 08:45 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið trupuleikar á Norðhavinum. Brimil var boðsendur at sleipa útróðrarbátin til lands, og sleipaði útróðrarbátin til Klaksvíkar. Sambært MRCC tók tað 2 tímar og 30 minuttir frá boðini komu til báturin var komin á Klaksvík.
Klokkan 11:25 fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan um, at brúk var fyri sleipi. Stelkur ið var til fiskiskap eystanfyri hevði fingið maskinbrek, og sleipaði Brimil eisini Stelk til Klaksvíkar. Teir komu har um 22:30 tíðina í gjárskvøldið.
Stelkur fór til fiskiskap í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald