Vinna

Brestir landaði til Snarfrost

Sørvágstrolarin Brestir kom í morgun á Miðvág.

2022-04-12 19:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Brestir, sum hevur verið á svartkalvaveiðu undir Føroyum, kom í morgun á Miðvág har teir hava landað til Snarfrost.

Brestir hevði 80 tons av svartkalva.

Túrurin byrjaði 12. mars, og Birgir Hansen hevur verið skipari henda túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder