Vinna

Brestir kemur heim frá Eystur-Grønlandi

Brestir, sum hevur verið við Eystur-Grønland og fiskað svartkalva, kemur á Miðvág um 5-tíðina í dag við nærum fullari last.

2023-09-18 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Brestir fór avstað 17. juli, so teir hava verið burtur í 2 mánaðar.

Teir hava 280 tons av svartkalva, tað eru 20 tons eftiir av kvotuni, men veðrið við Eystur-Grønland gjørdist so ólagaligt, at teir valdu at koma heim, segði Elias Jacobsen, stýrimaður á Bresti við okkum fyri løtu síðan.

Tað eru 11 mans við hendan túrin, skipari er Thormann Niclasen.

Brestir skal landa í Miðvági í morgin, so skal ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið fáast frá hondini - áðrenn farið verður nýggjan túr.

Teir vóna at gera tveir túrar afturat í ár í føroyskum og bretskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder