Vinna

Brestir hevur aftur gjørt ein góðan svartkalvatúr

Sørvágstrolarin Brestir, sum hevur fiskað svartkalva eystanfyri í 4 vikur, kom í morgun á Miðvág við 140 tonsum, harav eru 135 tons svartkalvi og restin ymisk onnur fiskasløg.

2023-07-06 11:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Brestir landaði fyri 5 vikum síðan, tá høvdu teir eisini ein góðan túr, men hesin túrurin er helst tann besti svartkalvatúrurin, teir hava gjørt við Føroyar (Okkara metan)

Skipari hendan túrin var bíggjarmaðurin Thormann Niclasen.

Brestir skal landa til Snarfrost í morgin.

Teir fara so at rigga til nýggjan túr, tá fara teir til Eystur-Grønlands, har Brestir kann fiska góð 300 tons.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder