Ítróttur

Breiddarpulja hjá ÍSF er opin

Breiddarpuljan hjá ÍSF er opin, og ítróttasambond- og feløg eru vælkomin at søkja pening til breiddartiltøk.

2025-03-31 07:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hevur eitt ítróttafelag ætlanir um at skipa fyri einum átakið, ið kann styrkja um breiddina, víðka um virksemið ella menna sjálvbodna felagsskapin, men manglar pengar til at útinna átakið, so ein møguleiki at hyggja nærri at Breiddarpuljuni hjá ÍSF, hvørs endamál er at fáa fleiri virkin í føroyska ítróttafelagskapinum.

Í Breiddarpuljuna eru 500.000 kr. lagdar í árliga, og øll feløg og sambond kunnu søkja upp til 30.000 kr. til eitt átak. Tað ber eisini til at søkja saman við øðrum felag ella sambandi."

Við breiddarpuljuni ynskir ÍSF at vaksa um ítróttahópin og áramálið, ið fólk eru virkin. Fleiri børn skulu luttaka, og tey ungu skulu trívast longur í felagsskapinum. Tey vaksnu skulu fáa fjølbroyttari møguleikar at vera virkin í einum ítróttafelagsskapi. Felagsskapurin og rørslutilboðini skulu vera viðkomandi fyri allar aldrar, soleiðis at vit kunnu vera virkin alt lívið.

Vitja heimasíðuna hjá ÍSF www.isf.fo - her sæst kunning um Breiddarpuljuna, reglugerð og umsóknarblað. Og her ber til at lesa meira um, hvat slag av átøkum og verkætlanum Breiddarpuljan kann stuðla við, og hvussu til ber at søkja.

Vegna ungdóms- og menningarnevndina hjá ÍSF,

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder