Mentan

Bragd úr Vestmanna, fyrsta bilferja í Føroyum

Bragd, sum upprunaliga fekk navnið Bragd og hevði heimstað í Ålesund, og var liðugt smíðaður á heysti í 1950 hjá L.H. Salthammer Båtbyggeri í Vestnes. Báturin var smíðaður úr furu og var 70 føtur langur og 19 føtur breiður, og 98 bruttotons til støddar. Motorurin á Bragd var ein Finnøy við 180 hestakreftum. Ein semi-diesel motorur, sum merkir, at hann hevði gløðihøvd til uppstart og til at motorurin var nóg heitur til at ganga sjálvur.

Bragd á ferðafólkatúri til Standal í 1950-árunum við fólki, sum skuldu standa á skíð. Mynd: Johan Bakke, Noreg.

Bragd á ferðafólkatúri til Standal í 1950-árunum við fólki, sum skuldu standa á skíð. Mynd: Johan Bakke, Noreg.

2026-03-03 08:00 Author image
Jan Erik Simonsen
placeholder

Bragd hevði í Noregi loyvi at føra 150 ferðafólk og 3 bilar.

Tað var Rekord Rutelag AS á Valderøy, sum læt bátin byggja. Bragd sigldi millum Ålesund og Valderøya í eini sokallaðari mjólkarutu. Í 1958 varð Bragd seldur til samanlagda rutufelagið Rekord & Vigra Rutelag AS og sigldi til 1965 á aðrari mjólkarutu úr Ålesund til Hamnsund og Søvik. Myndugleikarnir kravdu hetta, tí feløgini sigldu mestsum somu rutur, so antin skuldi leggjast saman ella vórðu rutuloyvini tikin frá teimum og givin øðrum.

Bragd var í Noregi mettur sum eitt nýbrot innan ferðafólka-, mjólka- og bilflutning.

Lastibummurin var settur beint frammanfyri stýrhúsið ístaðin fyri frammi á bógnum, so at ferðafólk og farmur vórðu meira atskild.

Lúnningin frammi á dekkinum í báðum síðum kundi leggjast niður, so at bilur kundi koyra umborð og í land. Hetta var tó tengt at flóð og fjøru, tí ferjulegur vóru ikki komnar tá. Eisini varð sagt, at øktist bilflutningurin, kundi Bragd verða útgjørdur við bógportri, tí báturin var sera tryggur og stúttur í sjónum. Og skjótt eftir at Bragd var komin, tóku onnur ferjufeløg í Noregi við hugskotinum viðvíkjandi innrætting umborð á sínum ferjum.

[object Object]

Vinstrumegin: Ålesund fremst og handast oyggin Valderøya. Bragd varð bygdur til mjólkarrutusigling millum hesi bæði plássini. Mynd: Nasjonalmuseet.

Høgrumegin: Eins og í Føroyum, men bara í nógv størri mát, fingu norðmenn mjólkarrutur, har siglt varð við mjólkarspannum úr aluminium frá smáplássum inn til mjólkarvirkini í býunum. Spannirnar vóru ymiskar í stødd, og tær størstu tóku 50 litrar. Mynd: Edgar Peter Haugen, Noreg.

[object Object]

Bragd í Ålesund í 1950-árunum. Nógvar mjólkarrutur komu í lag, men skjótt gjørdust hesar rutur bæði ferðafólka- og bilrutur frá smáplássunum. Mynd: Ingmar Seth, Noreg.

[object Object]

Bragd var fyrsta bilferja í Føroyum og kom til landið í juni 1965. Her fer hann frá bryggju á Oyrargjógv. Mynd: Alfred Olsen, sáli.

 

Keyptur til Føroya

Í juni 1965 keypti Alfred Olsen úr Vestmanna, Bragd, úr Noregi. Keypsprísurin fyri skipið var 180.000 krónur.

Sagt verður í 1965, at hetta er stórt framstig fyri siglingina um Vestmannasund. Sjálvt um skipið er 15 ára gamalt, sær tað væl út og er ógvuliga væl hildið. Og hildið verður, at hetta er av sonnum eitt bragd at hava fingið fatur í slíkum skipi.

Í Noregi var loyvt at sigla við 150 ferðafólkum og 3 bilum. Í Føroyum varð Bragd góðkendur til 120 ferðafólk og 3 bilar.

Bragd er at rokna sum fyrsta bilferja í Føroyum.

Tá nýggja ferjan kom til Føroya, varð túrur gjørdur inn á Skálafjørðin, og á veg haðani løgdu teir at á Havnini at vísa skipið fram, áðrenn farið varð aftur á Vestmanna.

Siglingin um Vestmannasund var á einum vegamóti, tí nú varð nýggj atløgubryggja gjørd við Oyrargjógv, og siglingin á Fútaklett helt uppat. Nýggja bryggjan á Oyrargjógv og Bragd komu um somu tíð í 1965.

[object Object]

Byrjað varð at gera veg norð á Oyrargjógv í 1961/62, og longu í juni 1965 varð nýggja bryggjan tikin í brúk. Bryggjan varð gjørd soleiðis at leggjast kundi at báðumegin pierin alt eftir veðri og streymi, og ætlanin var at gera rampar til bilar at koyra eftir, har pílarnir vísa á. Hesir rampar vórðu ongantíð gjørdir, tí skjótt vísti seg, at bæði Bragd og ferjulega gjørdust ov lítil. Mynd: Alfred Olsen, sáli.

[object Object]

Bragd hevur lagt frá landi á Oyrargjógv, og Vestmanna liggur fyri framman. Fremst í myndini sæst norðara innvik, sum varð ætlað til bilrampa, men seinni varð fylt upp við betongi. Mynd: John Leikanger, Noreg.

[object Object]

Eitt “rugbreyð” ein VW Transporter hjá Viggo Johannesen, smiðjumeistara í Sandavági, verður hivaður umborð á Bragd á Vestmanna. Mynd: Ingolf Johannesen.

[object Object]

Krossanes SU320 av Eskifirði var á veg ígjøgnum Vestmannasund í desember 1968, tá sjálvstýrarin sveik. Mynd: Bjarni Sveinbjørnsson, Ísland.

Bjarging við Slættanestanga

Hin 11. desember í 1968 var íslendska fiskiskipið Krossanes av Eskifirði á veg ígjøgnum Vestmannasund. Komnir norður á Slættanestanga kemur feilur á sjálvstýraran, og skipið snarar brádliga í bakborð og renir á land við Slættanestanga. Gronin tekur fyrst, men skjótt hevur harði streymurin í sundinum trýst bakborðsíðu á skipinum inn í fjøruna. Roynt verður við egnari hjálp at sleppa leysur aftur, men hetta miseydnaðist. Hetta var um 5-tíðina á kvøldi, og rópt varð í sendaranum eftir hjálp. Klokkan 5 minuttir í 6 um kvøldið var ferðafólkaskipið Bragd hjá neyðstadda skipinum. Teir fingu enda á Krossanes og sleipaðu íslendska skipið á Vestmanna. Krossanes fekk skaða á stevnið, alla bakborðsíðu og eisini á róður og skrúvu.

Í januar í 1969 gjørdist greitt, at Bragd fekk 100.000 krónur í bjargingarløn, og manningin á Bragd átti prosentpart av hesi upphædd. Um hetta mundið var longu greitt, at Bragd var um at gerast ov lítil til eftirspurningin um Vestmannasund. Tí gjørdist bjargingarlønin eisini kapitalinnspræningin til tann fyrra Sam, sum Alfred læt byggja í Raudeberg í Noregi í 1970, og sum varð latin eigaranum hin 24. oktober 1970.

[object Object]

Soleiðis sá tað út av brúnni á Bragd. Gribbar og ferðafólk hvørt um annað. Sagt varð, at tað galt um hjá bilførarunum at fáa fatur á viðførinum og fáa tað inn í bilin ella á takið, so skuldu ferðafólkini nokk koma aftaná. Mynd: Anna Olsen, sála.

Bragd helt fram í sigling um Vestmannasund

Í januar 1970 skrivar Alfred Olsen undir byggisáttmála við skipasmiðjuna Blålid Slip- og Mekaniske Verksted í Raudeberg, sum liggur norðanfyri Måløy á oynni Vågsøy. Byggjast skuldi ein bilferja við hydrauliskum bógportri, so møguleiki varð at koyra umborð og í land eftir ro-ro hugsanini. Ferjan skuldi vera 26 metrar long, skuldi taka 12 bilar og 100 ferðafólk. Høvuðsmotorurin skuldi vera av slagnum Normo, 4 sylindarar og 280 hestakreftir, og á sama hátt sum við Bragd, semi-diesel motorur. Sam var 99 bruttotons, tvs. einki størri enn Bragd, men ro-ro ferja. Kostnaðurin fyri bilferjuna var 1,2 milliónir krónur. Eina góða millión meira enn Bragd kostaði at keypa í 1965.

Alfred hevði í hesum sambandi fingið tilsøgn frá landinum, at hann slapp at halda fram við rutuni um Vestmannasund í 10 ár aftrat. Men landsstýrið hevði tryggjað sær í loyvinum, at landið hevði rætt til at yvirtaka rutuna aftaná 5 ár, treytað av at landið keypti bilferjuna eftir metingarprísi.

Í mai verður heitt á landsstýrið um at gera ferjulegur til nýggju bilferjuna, sum hugsandi kemur til Føroya í juli/august í 1970. Tí uttan ferjulegur kundi nýggja bilferjan hjá Alfred ikki brúkast til tað, hon var ætlað til. Serliga var tað á Oyrargjógv, at okkurt munagott mátti gerast beinanvegin, so bilar kundu koyra umborð og í land. Í Vestmanna, sum er kyrruhavn, kundi onkur fyribilsloysn finnast at byrja við.

[object Object]

Sam fer úr Noregi fyrst í november og kemur á Vestmanna hin 6. november 1971. Mynd: John Leikanger, Noreg.

Umboð fyri sóknarstýrini í Vágum og Vestmanna vóru í Havn 25. mai 1970 og samráddust við landsverkfrøðingin Mikkjal Helmdal og landsstýrismannin í samferðslumálum, Atla Dam. Myndugleikarnir lovaðu at hava ferjulegurnar lidnar til ársskiftið 1970/71, men hendan avtalan helt ikki. Og skyldað varð upp á, at vestmenningar høvdu biðið um bilferjuna fyrr enn ætlað og avtalað, soleiðis at landið ikki kláraði at fáa arbeiðið við ferjulegunum liðugt til tíðina.

Nýggja bilferjan Sam var liðugt smíðað, doypt og royndartúr hin 24. oktober 1970. Alfred greiðir frá í norskum blaði, at ferjulegurnar heima í Føroyum eru ikki klárar enn, og tí er upp á tal at leiga bilferjuna út í Noregi, til alt er klárt til sigling við nýggja skipinum í Føroyum.

Sam kemur tó heim til Føroya 6. november í 1970 og fer royndartúr yvir á Oyrargjógv at vísa nýggju bilferjuna fyri vágamonnum. Men har eru ongar ferjulegur klárar. Tískil verður Sam lagdur fyri teym á Vestmanna og Bragd heldur fram eina tíð aftrat.

[object Object]

Bragd og Sam við bryggju á Oyrargjógv, í stødd vóru teir 98 og 99 bruttotons. Sam er flaggskrýddur og nýliga komin til Føroya. Krani og tilfar til nýggja ferjulegu síggjast. Mynd: Sunrid Nielsen.

Arbeiðið at gera nýggja ferjulegu á Oyrargjógv gongur seint, og í mars 1971 liggur Sam við sama lag fyri teym á Vestmanna.

Landið hevði lovað at hava arbeiðið liðugt á heysti 1970, men nú verður sagt, at hetta verður ikki liðugt fyrr enn seint á vári 1971.

Um summarið 1971 varð roynt við fyribils rampum, sum vóru 5 metrar langir plankar, tyntir í endunum, sum tað so varð koyrt eftir. Hetta var til umbidnar farmatúrar.

Fyrst í juli mánaði í 1971 vóru ferjulegurnar lidnar, og Sam kundi byrja regluliga sigling.

[object Object]

Eitt tíðarskeið í 1971 var rokaligt á Oyrargjógv, nýggj ferjulega í gerð og gribbar hvørt um annað. Her er fyrri Sam við at leggja at. Mynd: Sunrid Nielsen.

Bragd verður lagdur fyri teym og seldur víðari

Bragd verður eftir hetta lagdur fyri teym á Vestmanna, men var onkrar umbidnar ferðafólkatúrar og viðhvørt avloysaraskip hjá Strandferðsluni.

  1. september 1973 keypir Strandfaraskip Landsins Bragd frá Alfred Olsen, fyri 360.000 krónur. Strandferðslan ætlar at brúka Bragd sum avloysaraskip, og fyrsta uppgávan verður at sigla fyri Barsskor, sum sigldi millum Klaksvík og Kalsoynna. Norðoyingar søgdu í 1974, at Bragd var óbrúkiligur sum ferðafólkaskip og sigldi ikki fyri seið. Men í Vestmannasundi royndist Bragd væl.

Nú fær Bragd nýtt navn, og nýggja navnið verður Teistin við heimstaði í Tórshavn.

Í 1980, tá Mikkel Mols varð keyptur, fekk hann navnið Teistin.

Tá broytti fyrrverandi Bragd navn til Teistin II.

Í 1980 varð Teistin II, fyrrverandi Bragd, seldur til Thisted í Vesturjútlandi. Menn við Svend Otto Frederiksen, skipara á odda, keyptu Teistan II fyri 300.000 krónur frá Strandferðsluni. Nýggja navnið á Bragd gjørdist “Kræn Vester”, sum vesturjydar ofta siga um Vesterhavet. Nýggjur heimstaður hjá skipinum verður Hanstholm. Teir skulu brúka bátin at sigla við frítíðarfiskimonnum.

Pláss verður fyri 25 frítíðarfiskimonnum umborð, umframt 45 ferðafólkum.

Í 1984 selja teir Kræn Vester, fyrrverandi Bragd, til Lyngby. Tá keypir Finn Lyng Madsen bátin. Nýtt navn verður Langø og heimstaður Helsingør.

Hetta heldur fram til 2012, tá Rederiet Langø Aps, keypir Langø. Og í 2019 keypir Spar Shipping Aps í Keypmannahavn Langø, sum hevur havt sama navn og heimstað síðani 1984, Langø og Helsingør. Langø hevur fast pláss í Nyhavnini og siglir framvegis. Teir sigla fast á hvørjum summari út til Flakfortet, og onkuntíð, tá tað hevur verið møguligt, til Middelgrundfortet. Og annars leigutúrar við ferðafólkum.

[object Object]

Tá Strandfaraskip Landsins keypti Bragd, fekk hann navnið Teistin og seinni Teistin II. Mynd: www.vagaskip.fo

[object Object]

Tá Bragd varð seldur til Danmarkar, fekk hann fyrst navnið Kræn Vester og í 1984 navnið Langø, sum hann hevur enn. Skipið gongur á 76-inda ári. Mynd: Jan Erik Simonsen.

[object Object]

Alfred Olsen. Mynd: Jákup í Gerðinum.

Eina heila øld og 5 ættarlið

Alfred Olsen varð føddur 7. oktober 1927. Hann var sonur Sámal Jákup Olsen av Válinum, Sam nevndur, og Sofíu Simonsen Uppi í Húsi í Sandavági. Alfred var elstur av 6 systkjum, 5 brøður og ein systir.

Abbi Alfred, Ólavur Olsen á Válinum, hevði postflutningin um Sundið, sum í fyrstuni var við árabáti og seinni 6-mannafari við motori.

Eftir vanlukkuna við postbátinum í 1920, tá 4 fólk druknaðu, var forboð sett at flyta fólk um Sundið við opnum báti. Tá tóku synirnir við postflutninginum. Sámal Jákup, Sam á Válinum nevndur, og bróðir hansara, Óli á Fitjunum, keyptu deksbát úr Sandavági í 1922. Hetta var Helgi, ið var 5,25 bruttotons til støddar, og hann kostaði 5000 krónur. Brøðurnir Karl Alfred, Óli á Fitjunum, Sam á Válinum og Jóhan á Válinum tóku við postflutninginum eftir pápan. Í 1930 lótu teir nýggjan deksbát byggja til postflutningin, og tað var Ólavur, ið er 14,24 bruttotons til støddar.

Tað er við postbátinum Ólavi, at synirnir hjá Sam koma til, og teir vóru við frá barnsbeini. Alfred f.1927, Karmal f. 1929, Ólavur f.1931, Torkil f.1936 og Hans f.1943. Og teir myndaðu post- og ferðafólkaflutningin um Vestmannasund.

  1. desember 1958 hendi vanlukka við Fútaklett, tá Karmal, eldri, druknaði einans 29 ára gamal.

Tá sonur Alfred, Karmal f.1959, yngri, vaks til, fór hann eisini at sigla um Vestmannasund, og er hann sostatt 5. ættarlið úr somu familju í somu vinnu.

Í 1958 keypti Alfred Olsen deksbátin Sigurð úr Miðvági og gav honum navnið Helgi við P105, 9,43 bruttottons. Seldur til Fuglafirðar í 1965.

Í 1965 kom so Bragd 98 bruttotons, Fyrri Sam kom í 1970, 99 bruttotons og Sam II kom í 1975, 216 bruttotons til støddar.

Í eina heila øld, ígjøgnum 5 ættarlið, hevur sama familja havt post-, ferðafólka-, bil- og farmaflutningin um Vestmannasund, fyrst á Fútaklett og seinni á Oyrargjógv.


[object Object]

Tíðarskeið fyri post- og ferðafólkaferjur:

1922-1965 Helgi, sum var keyptur í 1922 úr Sandavági. Var smíðaður hjá Laurits Debes í Havn í 1914, hann var 5,25 bruttotons og hevði 7,5 hestakreftir Skandia motor.

Deksbáturin endaði sínar dagar undir brúnni um Fossá í Vestmanna. Hann lá fyri teym útfyri Válalandinum (júst sum á myndini) og sleit í ódnarveðrið. Árstali er ókent.

1930-2024 Ólavur hevur enn heimstað í Vestmanna, og nú er tað Grunnurin Ólavur VN138, sum eigur bátin og er í holt við høvuðsumvæling av honum.

1958-1965 Helgi var deksbátur keyptur úr Miðvági í 1958. Upprunaliga var hesin báturin smíðaður til Sámal Petur Petersen í Fuglafirði. Tað var Elias Johannesen í Rættará, sum smíðaði deksbátin í 1912/13, hann var 9,43 bruttotons. So frammanundan hevði deksbáturin heimstað í Fuglafirði, í Klaksvík og í Miðvági. Og tá hann var seldur úr Vestmanna í 1965, hevði hann fyrst heimstað í Fuglafirði, síðani í Vági, í Porkeri, í Hvannasundi og at enda í Klaksvík. Hesin deksbáturin, sum nú hevði navnið Herdis, fór á land við Borðoyarnes hin 1. november 2003. Maðurin var bjargaður, men báturin sakk tá Tjaldrið hálaði hann av.

1965-1973 Bragd varð seldur til Strandferðsluna 12. september 1973. Er enn í vinnu í Danmark.

1970-1976 Fyrri Sam var latin Alfred Olsen í 1970. Seinast í februar 1976, seldi Alfred Olsen fyrra Sam til Orknoyggjarnar, fyri 2 milliónir krónur. Er enn í vinnu í Vesturskotlandi.

1975-1976 Sam II var latin Alfred Olsen frá somu skipasmiðju í Noregi í 1976.

  1. mars 1976 tók Strandferðslan yvir siglingina um Vestmannasund og keypir Sam II frá Alfred Olsen fyri 6,2 milliónir krónur. Er enn í vinnu í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder