Vinna

Botnkanningar av firðum hjá Hiddenfjord vísa onga ella sera lítla dálking

Botnkanningar av firðum hjá Hiddenfjord vísa, at ávirkanina á botnin undir ringunum er sera lítil. Eisini vísa kanningarnar, at ávirkanin oftast er mestsum horvin, áðrenn fiskur verður settur út aftur.

2022-06-15 20:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta vísa úrslitini hjá Biofar, sum ger botnkanningar hjá Hiddenfjord. Biofar, ið er ein óheft kanningarstova, er góðkend av Umhvørvisstovuni, og ger kanningarnar eftir kanningarskrá, ið Umhvørvisstovan eisini hevur góðkent.

Sambært vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni er ein ávís ávirkan loyvd undir ringunum, og minni ávirkan verður loyvd inni á aliøkinum. Tó má ávirkanin ikki vera støðugt vaksandi.

Umhvørvisstovan nýtir úrslitini frá botnkanningunum til góðkenning av framhaldandi virksemi á aliøkinum. Umhvørvisstovan kann krevja tillagingar, harundir niðurskurð í framleiðsluni, um ávirkanin á umhvørvið er ov stór.

Umframt at gera botnkanningar við størsta biomassa, sum eru kravdar av Umhvørvisstovuni, ger Hiddenfjord eisini botnkanningar aðrar tíðir. Hetta gera tey fyri at fylgja gongdini og ansa eftir, at teirra virksemi ikki hevur ávirkan á fjørðin.

Les meira um úrslitini frá øllum botnkanningum hja Hiddenfjord síðani 2020 í nýggju frágreiðing teirra um burðardygd, ið ber heiti ‘Í samljóði við náttúruna’, her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder