2025-11-16 11:00
Men, loysnin er sera einføld! Tað er at seta lonir upp við Skúlan á Fløtum fyri, at børnini í nærumhvørvinum sleppa at ganga á skúlanum, við hesari loysn er pláss fyri øllum í 1. klassa. Longri er tann søgan ikki.
Tí skal Tórshavnar kommuna fara í arbeiðsklæðini alt fyri eitt, og seta pening av til at útvega lonir á komandi fíggjarætlan 2026, og avgreiða málið sum skjótast.
Eg vil síggja tað landsstýrisfólk, sum noktar børnunum at ganga í skúla har, tí fígging ikki er tøk frá landsins síðu - tá Tórshavnar kommuna hevur hølini klár til komandi skúlaársbyrjan.
Børnini skulu ikki vera kastibløka í skúlaskipanini millum aðalráðini og kommununa.
Børnini eru okkara framtíð og hava uppiborið betri raðfesting á fíggjarlógini hjá landinum og fíggjarætlanini hjá kommununi.
Farið til arbeiðis - eg eri klárur at viðvirka til eina loysn.
Annfinn Brekkstein
býráðslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald