Politikkur

Borgarstjórin: Vit eru fegin um, at panthøllin verður bygd í Vágum

Í dag var reisigildi fyri nýggju panthøllini, sum verður bygd norðuri í grótbrotinum í Sandavági. IRF skipaði fyri móttøku fyri innbodnum, har Sigurd L. Lamhauge bjóðaði vælkomin, og røður vórðu hildnar av Óluvu Vang, verkætlanarleiðara í MTV Byggivirkið, og Margit Stórá, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.

2025-09-11 16:16 Author image
Vága kommuna
placeholder

Talan er um eina 1200 fermetrar stóra høll, sum fer at taka ímóti og viðgera pantuíløt úr øllum landinum. Væntast kann, at skipanin fer at handfara umleið 15 milliónir íløt um árið. Høllin verður ein týðandi liður í nýggju felags pantskipanini í Føroyum, sum skal gera tað lættari hjá bæði handlum og borgarum at sleppa av við pantíløt.

Tilgongdin at fáa panthøllina í lag hevur gingið skjótt. Í mai 2024 samtykti Løgtingið uppskotið um eina felags pantskipan fyri alt landið, og longu sama mánað skrivaðu Vága kommuna og IRF undir leigusáttmála um økið í grótbrotinum í Sandavági. Mánaðin eftir, í juni 2024, varð grabbin settur í, tá Jóanis Albert Nielsen, tá formaður í Vinnu- og havnanevndini, tók fyrsta takið fyri nýggju høllini. Og nú, í september 2025, er komið so langt, at sjálvt reisigildið er hildið. Ætlanin er, at panthøllin skal standa liðug og verða tikin í nýtslu 30. mars 2026.

Grótbrotið í Sandavági er í dag lagt út sum vinnuøki hjá Vága kommunu. Økið er á góðar 30.000 fermetrar, og harav eru umleið 17.000 fermetrar longu partvíst tikið í nýtslu. Kommunan hevur arbeitt miðvíst við at skipa økið til ymisk sløg av virksemi, bæði til goymslu og størri bygningar. Eisini liggur grótbrotið beint fram við landsvegnum til og frá Vága Floghavn, nakað sum gevur ein serligan fyrimun, tí økið gerst ein sýnisgluggi móti ferðsluni og opnar fyri møguleikum til handilshøli og útatvent virksemi.

Í grótbrotinum er eisini komið annað virksemi, sum tekur burðardygd í álvara. Fyritøkan Spírar og Sporar er flutt til Sandavágs og hevur sett upp fleiri bingjur til framleiðslu av grønmeti við væturøkt. Tey framleiða salat og kryddurtir til føroyska marknaðin, og hava sett sær fyri at gerast størsti veitari av viðbreknum grønmeti í landinum. Hetta undirstrikar, hvussu grótbrotið er í ferð við at gerast eitt øki, har bæði vinnu- og umhvørvistiltøk ganga hond í hond, og tað samsvarar væl við visjónina hjá Vága kommunu um at fremja burðardygga menning og sjálvbjargni.

Áhugin millum vinnurekandi er stórur, og kommunan ynskir at skapa karmar, ið gera tað lættari hjá vinnuni at vaksa og mennast á staðnum. Menningin í grótbrotinum – við bæði panthøllini og bingjunum hjá Spírar og Sporar – undirstrikar visjónina hjá Vága kommunu um at sameina vinnulív og burðardygd í einum og sama øki.

Bjarni Prior, borgarstjóri, fegnast um samstarvið við IRF:
Vit eru fegin um, at panthøllin verður bygd í Vágum. Hetta er ein týðandi liður í menningini av grótbrotinum sum eitt umhvørvis- og vinnuøki, har tað longu er stórur áhugi millum vinnurekandi. Hetta gevur bæði nýggjar møguleikar fyri vinnulívið og gagnar samstundis umhvørvinum og borgarunum,” sigur borgarstjórin.

Panthøllin í Sandavági verður sostatt ein týðandi byggisteinur í arbeiðinum at styrkja endurnýtslu og burðardygd í Føroyum, og samstundis ein stór íløga í framtíðina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder