Vága kommun:
Endamálið við vitjanini hjá teimum í Føroyum var at kunna seg um gongdina á kriminalitet økinum í Føroyum, herímillum skipaðum kriminaliteti.
Bjarni Prior, borgarstjóri tók ímóti og bjóðaði gestunum vælkomin á vitjan í kommununi. Ynski frá gestunum var at hoyra um tað arbeiðið sum býráðið seinastu árini hevur sett í gongd á barna- og ungdómsøkinum. Borgarstjórin greiddi gestunum frá um visjónina hjá kommununi tey næstu 10 árini, og um tað fyribyrgingararbeiðið gongd er sett á frá vøggustovu og heilt upp til 18 ár.
Frítíðar- og ungdómstilboð hava ein týðandi leiklut fyri eina kommunu. Sum eitt tað fyrsta nýggja býráðið gjørdi tá tað kom til í januar 2021 var, at seta ein arbeiðsbólk at koma við eini frágreiðing og tilmælum um, hvussu barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu best kundi skipast.
Arbeiðsbólkurin hevði 8 tilmæli til býráðið, sum øll vórðu samtykt at arbeiða víðari við og at seta í verk. Millum tilmælini vóru at orða ein barna- og ungdómspolitikk og eina heildarætlan fyri børn og ung, at seta á stovn eitt ungdómsráð, stovna eitt livandi virkishús, seta ein samskipara at leiða verkætlanina og at hækka játtanina til barna- og ungdómsøkið.
Borgarstjórin greiddi frá, at vit sum kommuna vilja ganga á odda, og vera tann broytingin sum vit vilja hava. Sum kommuna vilja vit menna og leggja dent á tað, sum fremur góða heilsu og eitt gott barna- og ungdómslív. Fyri børn og ung hevur tað týdning at hoyra til, at vera partur av einum sunnum felagsskapi, veri tað seg ítrótt, frítíð og ítriv.
Fleiri av hesum tilmælum eru longu gjøgnumførd og onnur eru í stoypiskeiðini. Eitt tað fyrsta tilmælið sum var gjørt var tilmæli um at seta samskipara at leiða verkæltan við at seta áðurnevndi tilmæli í verk. Sum avleiðing av tí, er eitt nýtt virkishús fyri børn og ung sett á stovn. Hetta er eitt livandi, skapandi og fjølbroytt tilboð til tey ungu frá 3. flokki til 18 ár. Afturat virkishúsinum, er ein virkisbreyt skipað, sum er eitt skúlatilboð til ung í framhaldsdeildini sum ikki megna skúlan, og hevur hetta viðvirka til at fleiri ung, sum annars høvdu givið upp, hava staði 9. flokksprógv við góðum úrslitum. Í næstu viku verður eitt nýtt tilboð afturat latið upp, sum er ein garasja har ung kunnu hugna sær við at arbeiða uppá motorar, gera ymiskt handverk úr viði o.a.
Eitt ungdómsráð er sett á stovn, við umboðum frá ítróttar- og frítíðarfelagsskapum, samkomum, skúla og onnur sum ikki hoyra til ein felagsskap. Hesi ungu hava longu havt fund við borgarstjóran, og arbeiða tey við at orða fleiri uppskot til býráðið um millum annað frítíðarkort, umhvørvi og veðurlagsbroytingar, og ferðslutrygd. Umgdómsráðið kemur at hava framløgur fyri nevndunum og býráðnum, og eru tey hoyringspartur í øllum málum sum viðvíkja teimum.
Arbeitt hevur í eina tíð verið við at orða ein barna- og ungdómspolitikk fyri kommununa, og er hann nú til politiska viðgerð.
Núsitandi býráð hevur økt munandi um játtanina til barna- og ungdómsøkið. Frá 1. januar 2022 varð normeringin hækkað munandi og hevur kommunan millum bestu normeringar í Føroyum á barnagarðsøkinum.
Barnagarðsstovnarnir hava fingið dygdarmennara og inklusjónssamskipara, sum saman arbeiða við at menna alt barnagarðsøkið í kommununi. Teirra uppgáva verður at stuðla upp undir tað fantastiska arbeiðið okkara starvsfólk fremja á okkara stovnum í kommununi.
Vága kommuna er saman við Sørvágs kommunu og landinum farin undir slóðbrótandi royndarverkætlan sum ber heitið Saman um barnið. Hetta er ein tvørfaklig verkætlan og millum ymiskar geirar á barna- og ungdómsøkinum, og millum land og kommunur. Øll starvsfólk sum arbeiða við børnum og ungum í Vága kommunu og Sørvágs kommunu eru við í verkætlanini, frá barnagarðsstovnum, frítíðar- og ungdómstilboðum og báðir skúlarnir.
Fyri býráðið er ein íløga í barna- og ungdómsøkið ikki bert ein íløga her og nú, men skal síggjast sum ein fyribyrgjandi og neyðug íløga í fólkaheilsuna hjá verandi og komandi borgarum í Vága kommunu. Øll tilmælini frá arbeiðsbólkinum um børn og ung byggja á ABC fyri sálarliga heilsu og ST barnarættindasáttmálan. Í kommununi er ynski at skapa góðar og sunnar felagsskapir fyri øll børn og ung, har tey hava møguleika fyri at luttaka og vera partur av tí góða felagsskapinum.
Umframt borgarstjóran, var Djóni Sandberg Joensen, kommunulækni og lækni hjá arrestini í Mjørkadali og greiddi gestunum frá um sítt arbeiðið og tær eygleiðingar, hann hevur gjørt sær hesi seinastu árini. Somuleiðis greiddi hann frá tí arbeiði sum foreldrabólkurin ímóti rúsmidlum í Vágum hevur staði fyri og hvørjar ætlanir tey høvdu framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald