2023-03-10 09:17
Borgarin og Christian í Grótinum vóru einastu skip, sum royndu eftir svartkjafti ímeðan teir vóru á hesum túrinum.
Teir hava fult skip, ein partur av veiðuni skal turkast á virkinum í Leirvík, ímeðan tað mesta fer til Havsbrún.
Í løtuni landar eitt norskt skip til Havsbrún, so Borgarin sleppir ikki framat fyrrenn seint í kvøld.
Skipari hendan túrin var Kristian Dam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald