Vinna

BORG XL-BYG fingið FSC og PEFC góðkenning

Fyri langari tíð síðan settu vit í Borg XL-Byg okkum fyri, at vit máttu taka ábyrgd, og vísa í verki, at vit lata burðardygt timbur til kundar okkara.

2023-09-17 22:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 14. juni 2023 fingu allar tríggjar deildir okkara í Borg XL-Byg FSC og PEFC burðardygga góðkenning fyri mestsum alt timbur okkara og mestsum allar plátur okkara.

Hetta vil siga, at í framtíðini kann Borg XL-Byg tryggja kundum sínum burðardyggar vørur úr timbri og plátum.
Vøran kemur frá veitarum, ið einans fáa træ úr burðardyggum skógum.

FSC og PEFC góðkenningin stendur fyri trygd og skjalprógvan, at skógirnir, ið Borg XL-Byg fær timbur frá, vera ansaðir burðardygt bæði av eigarum og veitarum.

Okkara FSC og PEFC logo er ein trygd fyri, at tú kanst keypa træ frá Borg XL-Byg við góðari samvitsku.

Borg XL-Byg hevur í eitt longri tíðarskeið fyrireikað seg til at fáa loyvisgóðkenning. Hetta høvdu vit ikki megnað uttan okkara dugnaligu starvsfólk.

Vit í Borg XL-Byg fegnast, og eru sera errin av, at vit nú kunna veita burðardygga vøru til føroyska marknaðin.

BORG

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder