Vinna

Borðoyarnes er seldur fyri kr. 450.000,-

Borðoyarnes var seldur í Fútarættinum 20. januar fyri kr. 1,6 mill., tá keypti P/f Regn á Toftum skipið, men nú hevur P/f Pilot í Fuglafirði keypt Borðoyarnes fyri kr. 450.000 frá P/f Regn á Toftum.

2023-03-21 14:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Skipið hevur verið heimahoyrandi í Klaksvík - Deep C. Fishing í Klaksvík átti  Borðoyarnes áðrenn tað varð selt á tvang í januar, tað hevur tvey ella trý tey seinastu árini fiskað kalva við New Foundland.

Borðoyarnes er bygt á Skála í 1963, tað hevur havt nøvnini Strandingur og Vesturhavið

Smápartafelagið Pilot í Fuglafirði hevur keypt línuskipið Borðoyarnes fyri 450.000 krónur. 

kipaupplýsingar
SkipanavnBORÐOYARNES
SkrásetingarnrFO-000086
Havnakenningarnr.KG 183
KallimerkiXPPE
MMSI231167000
HeimstaðurKlaksvík
SkráFøroya Skipaskráseting
StatusÍ gildi
SlagFiskiskip
EigariSp/f Pilot, Føroyar


Aðrar upplýsingar
IMO nummar6403448
Byggiár / skipasmiðja1963 / Skála Skipasmiðja & Handilsvirki P/f
Skrásett fyrstu ferð08-07-1963
ByggitilfarStál
Bruttotons367,00
Nettotons110,00
BruttoregistartonsEinki ásett
NettoregistartonsEinki ásett
Longd35,520 metrar
Breidd7,500 metrar
Dýpd6,330 metrar
Longd yviralt (LOA)36,800 metrar
MotorslagGrenaa Motorfabrik A/S
Motortypur6F24TK
Motororka368,00 KW

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder