Ítróttur

Borð um borð í toppinum

 Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi..

2022-02-28 10:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi. Bæði liðini vunnu ruddiliga í áttanda og triðisíðsta umfari í dag. Havnarmenn vunnu eitt hálvt stig í innanhýsis kappingini, og tað ber í sær, at bæði liðini hava 24½ stig hvørt eftir dystirnar í dag.

Vagamenn høvdu kanska heldur torførari mótstøðu, men vunnu 3-1 á besta liðnum hjá klaksvíkingum. Vágamenn vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði. Á fyrsta borði endaði javnt millum Rógva Egilstoft og Ólav Simonsen. Á øðrum borði vann Høgni Egilstoft Nielsen á Rana Nolsøe. Føroyameistarin hevur vunnið øll átta talvini í vetur.

Havnarmenn fingu gott úrslit í Vestmanna, hóast hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen - báðir sterkastu telvararnir í Havn - vóru við. Á ovaru borðunum vunnu havnarmenn sannførandi, men á aftaru borðunum mátti arbeiðast harðari. Sjúrður stóð eitt sindur kroystur móti Martin Brekká, men loftaði sær javnleikinum, og á fjórða borði gav Alfred Olsen unga Luitjeni dygga mótstøðu, men Luitjen vann kringur torføra endatalvið.

Í triðja dystinum gjørdi B-manningin hjá Klaksvíkar Talvfelag bart og vant úr B-manning Havnar Telvingarfelags, sum kortini liggur fremri í kappingini.

1.deild, 8. umfar
8. Umfar tann 2022/02/27 kl. 14:00
Bo.6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg-2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg3 : 1
1.1FM

Egilstoft, Rogvi
2361-

Simonsen, Olavur
2217½ - ½
1.2FM

Nielsen, Hogni Egilstoft
2384-

Nolsoe, Rani
20551 - 0
1.3

Eydsteinsson, Silas
2046-

Petersen, Terji
2030½ - ½
1.4

Nielsen, Torkil
2168-

Hansen Eliasen, Bogi
18411 - 0
Bo.1  Vestmanna Talvfelag 1Rtg-3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg½ :3½
2.1

Andreasen, Jakup A.R.
1999-FM

Berg, Olaf
21990 - 1
2.2

Hojgaard, Samson
1969-FM

Samuelsen, Carl Eli Nolsoe
21810 - 1
2.3

Brekka, Martin
2059-

Thorsteinsson, Sjurdur
2128½ - ½
2.4

Olsen, Alfred A.
1806-

Apol, Luitjen Akselsson
21260 - 1
Bo.5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg-4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg3½: ½
3.1

Baldursson, Rani
1990-

Mortensen, Rogvi
2018½ - ½
3.2

Rasmussen, Steintor
1994-

Berg, Margar M.
19751 - 0
3.3

Gaard, Ingolf
1912-

Jacobsen, Heidrikur T.
18641 - 0
3.4

Skaale, Janus
1862-

Joensen, Oli
17851 - 0


Støðan í 1.deild eftir áttanda umfar

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 1 *  * 
344
24,516
2Havnar Telvingarfelag 1
 *  * 
424,514
3Klaksvíkar Talvfelag 11½
 *  * 2
3317,09
4Havnar Telvingarfelag 202
 *  * 3½3
13,05
5Klaksvíkar Talvfelag 20
½½111 *  * 
10,04
6Vestmanna Talvfelag 1½0½½1

 *  * 7,00


Føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag, hevur fult stigatal eftir átta umfør. Í dag vann hann á Rana Nolsøe.


Endaspurturin

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Skráin í 1. deild er henda:

9. umfar (13. mars)
Klaksvík B - Sandavágur
Havnin A - Klaksvík A 
Havnin B - Vestmanna

10. umfar (26. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík A - Havnin B
Vestmanna - Klaksvík B

Meira kann lesast um kappingina og hinar deildirnar á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder