Havstovan: ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems”. Í sambandi við hesar ráðstevnur er vanligt at heiðra granskarar, sum hava virkað innan havgransking í ICES-høpi í nógv ár og hesa ferð var Bogi Hansen ein av trimum heiðursgestum. Bogi Hansen luttók fyrstu ferð á ICES fundi í 1972 og eru tað sostatt 50 ár síðani. Bogi hevur í nógv ár verið limur í hydrografiska arbeiðsbólkinum og var eitt skifti eisini formaður í hesum bólki, sum er tann elsti arbeiðsbólkurin hjá ICES. Hydrografiski arbeiðsbólkurin veitir eitt nú ráðgeving um havfrøðilig viðurskifti til hinar arbeiðsbólkarnar. Síðani 1999 hevur bólkurin á nærum hvørjum ári givið út eina rapport, sum tekur samanum støðuna viðvíkjandi havklima í Norðuratlantshavi.
Myndatekstur:
Harald Loeng (vinstrumegin) helt talu fyri Boga Hansen (høgrumegin) undir heiðranini á ráðstevnuni. Harald Loeng er granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen og limur í fyrireikingarbólkinum fyri ráðstevnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald