Á skránni verða røður og sangframførslur. Eisini verður kaffi/te og ábit at fáa.
Húsið verður opið frá kl. 14:00 hendan dagin, so møguleiki verður eisini hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn móttøkan byrjar.
Skráin verður soleiðis:
Kl. 15:00 verða tónleikainnsløg frá børnum í Musikkskúlanum í Vágunum
Kl. 15:15 fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin.
Síðani fer Høgni K. Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis, - og Vinnumálum, at halda røðu. Eftir hann fer stjórin á Sjóvinnustýrinum, Hans Jóhannes á Brúgv, at halda røðu. Til seinast fara Sjúrður Holm, stjóri á Búsetur og Ragnar Zachariasen, stjóri á ZETA arkitektar, at bera fram heilsan.
Millum hesar røðurnar, fer eitt barnakór frá Musikkskúlanum í Vágum at syngja tveir sangir fyri okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald