Vinna

Blái Krossur Føroya fær nýggjan aðalskrivara 1. mars

Síðani mars 2017 hevur Petur Jákup Petersen (Dakko) verið aðalskrivari í Bláa Krossi. Í hansara tíð hevur serligur dentur verið lagdur á fyribyrgingararbeiðið, umframt staðseting av – og viðlíkahald av bygningum Bláa Kross.

2023-02-09 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


1. mars tekur Edva Jacobsen við sum nýggjur aðalskrivari.

Edva er úr Fuglafirði. Hon er 58 ár. Hevur arbeitt 25 ár í peningastovni, hevur víðkaðan bankaskúla, merkonom í fíggjarstýring og hevur seinri lokið akademiútbúgving í fíggjar- og vinnustýring.

Edva hevur sitið 9 ár á tingi fyri Sambandsflokkin. Øll árini var hon í Útnorðurráðnum, næstforkvinna frá 2019, forkvinna síðani 2021.

Hon hevur sitið í Fuglafjarðar býráð síðani 2017. Forkvinna í sosialu nevnd.

Í síni frítíð er Edva virkin í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Hon hevur verið limur í Bláa Krossi frá ungum árum.


Blái Krossur Føroya er hjálpar- og fráhaldsfelag við uml. 1350 limum, skipaður á einum kristiligum diakonalum grundarlagi og vil:

  • arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsandi løgi/-evnum,
  • hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsandi løgi/-evnum,
  • hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsandi løgi/-evnum,
  • útvega virðiligar bústaðir til fólk, ið eru komin illa fyri av rúsi,
  • útvega góð brúkt klæðir og innbúgv.


Blái Krossur Føroya eigur og rekur:

  • Blákrossheimið á Nesi.
  • Ávegishúsið í Lynggøtu í Havn
  • Títt Rúm í Kongagøtu í Havn
  • Hollywood – Liv Lívið í Niels Finsensg í Havn
  • Endurnýtsluseymistovuna Ný Ný í Niels Finsensgøtu í Havn
  • 7 klædna- og búnýtishandlar kring landið: Tvøroyri, Miðvági, Sandavági, Tórshavn, Klaksvík og tveir í Saltangará.

Blái Krossur hevur ídag uml 30 fólk í starvi og 400 fríyrkisfólk.


Skrivstovan er á Heiðavegi 23 í Saltangará

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder