Mentan

Bláa bók fer í søguna

Framyvir fáa sjófólk ikki longur bláu bók, tá tey hava verið til læknakanning fyri sjófólk. Í staðin fáa tey eitt heilsuprógv, ið er eina A4-síðu til støddar.

2022-12-13 18:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Skjalið er talgilt og kann takast niður á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum. Sjófólkið og læknin fylla út oyðublaðið, og sjófólkið fær ta síðuna við sær, har læknin váttar, at sjófólkið er skikkað til skipstænastu.

Frá 1. januar 2023 verður einans nýggja heilsuprógvið útflýggjað eftir læknakanning. Galdandi bláar bøkur varðveita tó sítt gildi fram til ásetta lokadagin í bókini.

Broytingin er ein liður í arbeiðinum hjá Sjóvinnustýrinum at talgilda og lætta um arbeiðsgongdir.

Upplýsingarnar í heilsupróvnum eru samstundis dagførdar samsvarandi STCW-sáttmálanum og MLC-sáttmálanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder