Ítróttur

Bjarni og Bjørk vunnu seg í Final 4 í donskum flogbólti

Í vikuskiftinum vóru fjórðingsfinalur í donsku steypakappingunum fyri kvinnur og menn í donskum flogbólti. Her vunnu ASV Elite við Bjørk Nolsøe Isaksen og Ikast KFUM við Bjarna Joensen seg í final 4 kappingina, sum verður í Aarhus 3. og 4. februar 2024.

2023-12-19 06:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Bjørk og ASV Elite leiktu í fjórðingsfinaluni ímóti ASV Aarhus 2 og var talan um ein sera greiðan 3-0 sigur til ASV Elite. Lutakasti til final 4 hevur verið, og her hitta Bjørk og hennara lliðfelagar Brøndby VK í teirra hálvfinalu.  Næsta dystin, sum antin verður finala ella dystur um 3. og 4. plássi, bíða antin Holte IF elle Gentofte Volley. 

Í donsku landskappingini hevur eisini gingið væl hjá ASV Elite og Bjørk. Liðið liggur á einum øðrum plássi - ájavt í stigum við nr. 1. 

Hjá monnunum tóku Bjarni Joensen og Ikast KFUM nógv á bóli og vunnu heldur óvæntað ímóti Vestsjælland VK. Talan bleiv um ein tættan 3-2 sigur til Bjarna og Ikast KFUM. Í teirra hálvfinalu í Final 4 hitta Ikast KFUM Nordenskov UIF, og víðari á leiðini, skulu teir leika ímóti antin Odense Volleyball ella Gentofte Volley.

Í landskappingini hevur ikki gingið væl hjá sera unga Ikast KFUM liðnum. Teir liggja á næstaftasta plássinum í donsku kapppingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder