Mentan

Bjarnadýr kannað fyrstu ferð nakrantíð í Koltri

Hon hevur áður funnið bjarnadýr, sum eru nýggj fyri vísindina, og givið teimum vísindalig nøvn.

2023-06-01 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vit á Biofar eru øll spent - serliga spent er Bjarnadýraserfrøðingurin Birna Vár Trygvadóttir Fjallstein. Hon hevur áður funnið bjarnadýr, sum eru nýggj fyri vísindina, og givið teimum vísindalig nøvn.

Nú hevur hon sum tann fyrsta nakrantíð, savnað hendan dýrabólkin (Tardigrada) inn úti í Koltri og farin at granska í tilfarinum.

Vit fylgja við, og eru spent uppá, hvat kemur undan kavi. Dýrið á klippinum er eitt av innsavnaðu dýrunum úr Koltri.

Kanningin í Koltri er partur av arbeiðinum hjá Tjóðsavninum at kanna og skráseta flora og fauna í oynni.

Tað skrivar Biofar á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder