Vinna

Birita heldur fram sum næstforkvinna

Nevndin í Starvsfelagnum hevur skipað seg við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk sum næstforkvinnu

2023-03-17 17:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á aðalfundinum, sum var 4. mars, vóru Birita og Borgný Mohr afturvaldar í nevndina fyri eitt trý ára skeið. Einki mótvalevni var til nevndarsessirnar hjá Borgný og Biritu, sum stóðu fyri vali.

Birita hevur tað seinasta árið verið næstforkvinna í Starvsfelagnum og heldur sostatt fram í sessinum. Tí er eingin broyting í nevndini eftir nevndarvali í ár.

Hini í nevndini eru: Súni Selfoss, formaður, Borgný Mohr, nevndarlimur, Hildigerð Djurhuus, nevndarlimur og Hergeir Staksberg, nevndarlimur.

Vit ynskja Biritu tillukku við sessinum sum næstforkvinna og góðan arbeiðshug til alla nevndina.


https://www.starvsfelag.fo/tidindi/birita-heldur-fram-sum-naestforkvinna/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder