Vinna

Bílegg borð til "Biti á Bygd"

Frá í dag ber til at bíleggja borð til "Biti á Bygd"

2025-03-10 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Visit Vágar:
Vælkomin vestur til Biti Á Bygd, sum verður í døgunum frá 24.mars til 30.mars.
Nú hava tit møguleika at royna eina av einastandi góðu matstovunum í Vágum. Tá tit bíleggja borð til Biti Á Bygd fáa tit 3.rættir fyri 350kr.
Matstovurnar hvør sær seta eina fantastiska matskrá saman, soleiðis at tit einans skulu hugsa um at njóta samveruna og matin.
Her síggja tit hvørjar matstovur eru við og hvat fyri matskrá tey borðreiða við hesar dagar:


FISKASTYKKIÐ:
Forrættur: Gravað hýsa við reyðrót
Høvuðsrættur: Dampa skrubba við bygg og rót
Omaná: Ostakøka úr Baskaralandinum

CAFE ZORVA:
Forrættur: Tigararækjur við smør og hvítleyk
Høvuðsrættur: Høsnarahunga Tikka Masala
Omaná: Sjokulátabrownie við ís

HOTEL VÁGAR:
Forrættur: Royktur Laksur - Fritera Blomkál - Sitrón Puré - Kapers
Toska Mosaic - Piparrótskrem - Karsi
Høvuðsrættur: Rib-Eye Piparbúffur & Piparsós
ella
Steinbítur & Beurre Blanc
Omaná: Bananbreyð - Karamel - Pistachio Nøtur
GG! Gestir fáa bjóða báðar forrættirnar í senn og gestir velja sjálvir piparbúff ella steinbít

POLLASTOVA:
Forrættur: Fiskasuppa
Høvuðsrættur: Oksalundir við stoktum eplum, smørstoktum bønum og soppasós
Omaná: Brownie við vanilju ís

PAKKHÚSIÐ:
Forrættur: Laksarulla
Høvuðsrættur: Oksakjøt við grønmeti og eplum
Omaná: Rabarbutriffla

FJÓSIÐ:
Forrættur: laksaceviche v/ heimabakaðum breyði
Høvuðsrættur: marinerað og langtíðarstokt lambskjøt við bakaðum eplum og soðsós
Omaná: sjokulátakøka við róma

GÀSADALSGARÐUR:
Forrættur: Lasarulla viđ salat
Høvuðsrættur: Neytakjøt av garđinum viđ stoktum eplum, grønmeti og sòs
Omaná: Lagkøka v/ kaffi/te

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder