Fríggjakvøldið var ársaðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið. Har var staðfest, at avlopið eftir skatt gjørdist 27,8 milliónir kr., og at árið 2022 tí ikki gjørdist millum tey bestu. Kortini letur nevndarforkvinnan, Aslaug Gisladóttir, væl at.
- Betri er eitt sterkt og væl rikið samtak, so hóast yvirskotið minkaði munandi orsakað av óstøðuga íløgumarknaðinum, ávirkar tað ikki okkara strategiska mál um at lata sum mest út aftur til limirnar. Vit hava ongantíð latið so nógv útaftur, sum vit gera í ár, sigur Aslaug Gisladóttir.
Limirnir í Ognarfelag Tryggingartakaranna – tað vil siga kundarnir í Betri Trygging – fáa tilsamans 42 milliónir kr aftur í Limakrónum. Harumframt verða 30 milliónir kr. settar av til samfelagsgagnliga stuðulsvirksemi hjá samtakinum.
Av stórum stuðulsavtalum hjá samtakinum kunnu eitt nú nevnast Skúlaleikir, ið er eitt samstarv við ÌSF um felagsskap og rørslugleði í fólkaskúlunum, stuðul til føroyskar granskingar-verkætlanir í samstarvi við Granskingarráðið, og sum nakað nýtt er avtala gjørd við Filmshúsið um at veita føroyskum filmsverkætlanum tilsamans tríggjar milliónir komandi trý árini.
Nýggir nevndarlimir
Á nevndarfundinum stóðu tríggir av teimum seks nevndarlimunum fyri vali. Mortan Simonsen og Petur Elias Nielsen halda framm í nevndini. Nývald í nevndina er Tóra við Keldu, ið kemur inn fyri Gunn Danielsen. Harumframt eru Aslaug Gísladóttir, Poula Michelsen og Ragnar Joensen í nevndini. Aslaug Gísladóttir heldur framm sum forkvinna og Poula Michelsen tekur við sum nývald næstforkvinna.
- Hóast tíðirnar eru óstøðugar júst nú, eru vánirnar góðar, sigur Aslaug Gísladóttir, forkvinna. Øll dóttirfeløgini vænta sær væl betri úrslit í ár enn í fjør, og vit vænta eisini, at íløgumarknaðurin fer at stabilisera seg aftur. Úrslitið hjá samtakinum fyri 2023 verður væntandi millum 170-250 milliónir kr. eftir skatt.
Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum:
- Úrslitið eftir skatt 27,8 mió. kr. (2021: 276,8 mió. kr.)
- Eginognin 3.713 mió. kr. (2021: 3.729,6 mió. kr.)
- Renta av eginogn aftaná skatt 0,7 % (2021: 7,7 %)
- Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 34,9 % (2021: 33,4 %)
Betri samfelagstilvit 2022 kann lesast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald