Vinna

Betri Banki: Sólsellur á deildini í Miðvági

Fyri einum ári síðan fekk deildin í Miðvági jarðhita. Royndirnar við jarðhitanum hava verið ómetaliga góðar.

2023-02-14 14:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Nú hevur deildin eisini fingið sólsellur á takið, og herfyri vórðu tær tiknar í brúk. Tá sólin sær, fer framleiðslan beinanvegin í gongd og fyrstu royndirnar eru góðar.
Á myndini niðanfyri eru tøl frá 9. februar. Tá framleiddu sólsellurnar 9.170 watt, har deildin brúkti 6.952 watt. Avlopið á 2.118 watt varð selt til SEV ⚡️
Við jarðhitanum og sólsellunum vænta vit, at deildin í Miðvági verður sjálvbjargin umleið helmingin av árinum.
Vit arbeiða miðvíst við at skifta til orkusparandi skipanir á øllum deildum og ætla at gerast CO2 neutral innan 2030, tað skrivar bankin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder