
Fyri privatkundar hækkar útlánsrentan 0,40%. Samstundis er avgerð tikin um, at privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu av innistandandi eftir 1. september 2022.
Rentan hjá vinnukundum hækkar 0,50% fyri bæði út- og innlán.
“Rentuhækkingin merkir, at okkara kundar skulu gjalda millum 0,40% og 0,50% meira í rentu á sínum lánum, kredittum og ábyrgdum. Hinvegin merkir tað eisini, at negativa innlánsrentan, sum í dag er -0,75%, verður -0,25% fyri vinnukundar, meðan privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu”, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka.
Ert tú í iva um, hvussu hetta fer at ávirka tína fíggjarstøðu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Betri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald