Vinna

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

Í septembur hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna.Hesuferð varð rentan hækkað við 0,25% stigum.

2023-10-20 18:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar. Fyri privat- og vinnukundar fylgja útlánsrenturnar tillagingini hjá Danska Tjóðbankanum, og hækka sostatt við upp til 0,25% stigum.

Samstundis hækka innlánsrenturnar hjá privat- og vinnukundum við upp til 0,50% stigum. Broytingarnar koma í gildi 1. desembur 2023.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder