Vinna

Betri Banki hækkar inn- og útlánsrenturnar

Rentuhækking.

2023-05-30 15:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu 4. mai leiðandi rentuna við 0,25%. Hetta er fjórðu ferð í ár. Rentan verður hækkað fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina.

Rentuhækkingarnar hava við sær, at Betri Banki eisini hækkar inn- og útlánsrenturnar.

Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka inn- og útlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

Broytingarnar koma í gildi 7. juli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder