Vinna

Betra um viðurskifti á molddumpinum í Vágadali

.

2025-05-27 15:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vága kommuna hevur tikið stig til at bøta um viðurskiftini á molddumpinum í Vágadali. Endamálið er at tryggja eina burðardygga og skipaða loysn til natúrligt burturkast frá urtagørðum og lendisarbeiði – til gagns fyri bæði náttúruna, borgararnar og vinnuna í kommununi.

Molddumpurin er eitt tilboð, har borgarar kunnu lata mold, bløð og annað natúrligt urtagarðstilfar – tó við ávísum treytum. Kommunan leggur dent á, at bert ódálkað tilfar verður latið inn, og at greinar og trø í staðin skulu latast inn á Umhvørvisplássið á kaiini.

Vit síggja, at tað er stórur tørvur á einum stað, har borgarar kunnu lata slíkt tilfar frá sær á ein skipaðan og umhvørvisvinarligan hátt. Tí hava vit valt at bøta um og skipa molddumpin betri.

Stongdur fyri vinnuligum virksemi – men møguleiki er fyri avtalu

Vinnulívið hevur kunnað koyrt burturkast frá lendisarbeiði niðan í Vágadal tá tað hevur passa teimum, men í løtuni er molddumpurin stongdur fyri vinnulívinum, ímeðan økið verður ruddað og skipað av nýggjum.

Kommunan heitir tó á vinnuna um at boða frá, tá tørvur er á at koyra mold ella annað líknandi tilfar niðan í Vágadal. Møguleiki er tá fyri at gera serligar avtalu um innkoyring.

Upplatingartíðir

Molddumpurin í Vágadali er opin tvær ferðir um vikuna fyri borgarum:

  • Mánadag: kl. 10:00 – 12:00
  • Leygardag: kl. 14:00 – 16:00

Størri greinar og trø, sum ikki hoyra heima í molddumpinum, skulu latast inn á Umhvørvisplássið hjá Vága kommunu:

  • Týsdag – Fríggjadag: kl. 16:00 – 18:00
  • Leygardag: kl. 14:00 – 16:00


Mold sum tilfeingi

Eitt nútímans hugtak í burðardyggari lendisumsiting er, at burturkast eisini kann síggjast sum tilfeingi. Vága kommuna hevur í hyggju at kanna møguleikarnar fyri, at endurnýta moldina úr molddumpinum – t.d. til grøn øki, lendisarbeiði, trøð, planting og aðrar kommunalar verkætlanir.

Ístaðin fyri at síggja hetta sum burturkast, síggja vit tað sum ein møguleika. Við røttu viðurskiftunum kann moldin brúkast aftur til gagns fyri kommununa.

Ein liður í grønu leiðini

Molddumpurin í Vágadali er ikki bara ein praktisk loysn – hann er eisini eitt týðandi stig í burðardyggu ætlanunum hjá Vága kommunu.

Kommunan arbeiðir í løtuni við at rudda og skipa molddumpin í fleiri økir, so tað verður lættari at síggja, hvat tilfar hoyrir heima hvar. Hetta skal tryggja, at økið verður bæði reint, lætt at nýta – og burðardygt.

Vága kommuna heitir á borgarar og fyritøkur um at fylgja vegleiðingunum, so vit saman kunnu varðveita eitt reint og grønt umhvørvi í kommununi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder