Hagstovan skrivar:
Gistinæturnar vóru knapt 7.700 í januar. Tað eru slakar 800 fleiri samanborið við sama mánað í 2022, ið svarar til ein vøkstur upp á 11 prosent. Hetta er samstundis met fyri januarmánað.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Í januar áttu føroyingar 48 prosent av gistináttunum. Tað eru 5 prosent lægri enn í sama mánað í 2022. Ferðafólk úr Danmark og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu ávikavist 31 og 21 prosent.
Persónsgistinætur á gistingarhúsum
bústaðarland jan 2022 – jan 2023
januar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022 | 2023 | tal | % | |
Tilsamans | 6.903 | 7.655 | 752 | 11 |
Føroyar | 3.842 | 3.649 | -193 | -5 |
Danmark | 1.369 | 2.370 | 1.001 | 73 |
Onnur lond | 1.692 | 1.636 | -56 | -3 |
Fleiri innskrivingar í januar
Innskrivingarnar vóru góðar 4.200 í januar. Tað eru 17 prosent hægri enn í sama mánað í 2022. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Innskrivingar á gistingarhúsum
bústaðarland jan 2022 – jan 2023
januar | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022 | 2023 | tal | % | |
Tilsamans | 3.613 | 4.231 | 618 | 17 |
Føroyar | 2.736 | 2.891 | 155 | 6 |
Danmark | 501 | 803 | 302 | 60 |
Onnur lond | 376 | 537 | 161 | 43 |