Vinna

Bensinprísurin er farin niður um 14 kr/liturin

EFFO lækkað prísin í gjár, og Magn hevur lækkað hann í dag

2022-08-03 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Prísirnir á brennievni eru spakuliga á veg niður aftur, eftir skjóta vøksturin, sum hevur verið.

Prísurin á bensini er lækkaður við 0,10 kr/liturin, og er prísurin á dieseli og gassolju lækkaður 0,05 kr/liturin.

Bæði EFFO og Magn hava lækkað prísirnar á brennievni, og kostar nú ein litur av bensini 13,94 kr. Vøksturin á bensini er 34% higartil í ár. Prísurin á bensini toppaði tann 16. juni, og tá kostaði ein litur av bensini 15,48 kr. Prísurin er lækkaður við 1,52 kr/liturin síðani tá.

Ein litur av dieseli kostar nú 12,89 kr. Vøksturin á dieseli er 52% higartil í ár. Prísurin á dieseli toppaði tann 22. juni, og tá kostaði ein litur av dieseli 12,89 kr. Prísurin er lækkaður við 1,10 kr/liturin síðani tá.

Oljufeløgini selja í dag 1000 litrar av gassolju fyri 12.150 kr. Vøksturin á gassolju er 56% higartil í ár. Prísurin á gassolju toppaði tann 29. juni, og tá kostaði ein litur av gassolju 13,313 kr. Prísurin er lækkaður við 1,163 kr/liturin síðani tá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder