Vinna

Bensin er nú bíligari enn gassolja

Magn og EFFO broyttu prísirnar í vikuskiftinum

2022-11-29 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú kostar kostar ein litur av bensini 12,29 kr, og er tað tað sama, sum ein litur av bensini kostaði í mars í ár. Bensin prísurin toppaði tann 16. juni í ár, tá kostaði ein litur 15,48 kr. Prísurin á bensini er lækkaður 3,19 kr/liturin síðani í summar. Prísvøksturin á bensini er annars 18 % síðani tann 1. januar í ár.

Prísurin á dieseli er lækkaður niður á 12,93 kr/liturin. Diesel toppaði tann 22. juni, tá kostaði ein litur 13,99 kr. Prísvøksturin á dieseli er 53% higartil í ár.

Bæði Magn og EFFO selja í morgun 1000 litrar av gassolju fyri 12313 kr, og er tað 1 kr/liturin minni enn tá ið prísurin toppaði 29. juni. Prísvøksturin á gassolju er higartil í ár 59%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder