Verið við frá byrjan og ognið tykkum eitt eintak av bókini við kunningartilfarið um bátin og bátasmíð, sum heild og í Sandavági. Eisini vera 14 plakatir við kunningartilfarið um bát og bátasmíð settar upp á staðnum, har bátasmiðurin fer at smíða.
Bókin í telur 90 síður, fæst fyri 100 krónur, kontant søla á staðnum.
Ætlanin er at hava eitt hátíðarhald 1. juli 2023, tá byrja verður, at seta reisingar og kjøl í barkastokk, á fløtuni har Einar Hentze (1867-1959) smíðaði bátar.
Skráin fyri dagin 1. juli 2023 kemur seinni.
Sandavágs Bygdarsavn og Sandavágs Fornminnafelag
Steigartún 8, 360 Sandavágur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald